Søk stuðul til granskingarsentur fyri tilfeingisbúskap
NordForsk lýsir nú eftir umsóknum í tveimum stigum til stuðul til granskingarsentur - Nordic Centres of Excellence, stytt NCoE – í granskingarstuðulsskrá fyri tilfeingisbúskap. Fíggjarætlan uppá 90 milliónir norskar krónur og ætlanin er at fíggja 3 granskingarsentur. Umsóknarfreistin til fyrsta stig er 16. mars 2016. (Dagført, freistin er longd frá 3. februar)
Endamálið við stuðulsskránni fyri lívfengisbúskap er at fáa til vega nýggja vitan um, hvussu til ber at fremja skiftið til tilfeingisbúskaparliga grundaði samfeløg í Norðurlondum.
Stuðulsskráin er viðkomandi fyri øll tilfeingsibúskaparlig øki, t.d. landbúnað, skóg, mat og hav, men við denti á nýggj og nýskapandi økir av gransking og menning fyri at skilja tilfeingisbúskaparligu broytingina í einum heildarsjónarhorni. Í hesi skránni er vatn felagsnevnarin og kann annaðhvørt verða granskingarevnið ella ein týðandi partur av uppskotinum, uttan at vera høvuðsevnið.
Undanumsóknir til fyrsta umfarið skulu sendast talgilt umvegis umsóknarportalin hjá NordForsk í seinasta lagi 3 februar 2016. Altjóða serfrøðingar meta um undanumsóknirnar og faknevndin fer at meta um samfelagsliga týdningin í mun til lýsingina og um norðurlendska meirvirðið. Best skikkaðu umsóknirnar verða valdar út og fáa tilboð um at senda inn umsókn til seinna umfar við umsóknarfreist í september 2016.
Les alla lýsingina her
Hevur tú spurningar um hesa stuðulsskránna ella onnur øki hjá NordForsk, kanst tú seta teg í samband við Anniku Sølvará, sum er føroyskur eygleiðari í NordForsk á annika@gransking.fo ella telefon 567803. Eisini ber til at venda sær beinleiðis til NordForsk á nordforsk@nordforsk.org