Ábyrgdarfull gransking, menning og nýskapan
Ábyrgdarfull gransking, menning og nýskapan er av álvara sett á breddan í Horizon 2020. Talan er um tvørgangandi vegleiðing og í ávísan mun eisini krøv um, hvussu gransking, menning og nýskapan kann vera partur av samfelagnum við at fáa samvirkni og felags fatan av tí, sum fer fram í sambandi við gransking, menning og nýskapan.
Les útgávu frá Evropeiskari verkætlan, sum hevur havt sjóneykuna á "Responsible Research & Innovation", her
Faldari um, hvussu borgarar og samfeløg eiga at hava lut í gransking, menning og nýskapan, kann takast niður her
Les leiðbeiningar um "research integrity", t.d. etikk, open access og annað, sum hevur týdning, tá ið granskað verður. Leiðbeiningarnar liggja her