Horizon Europe Red
Skriva út
Lagt út: 25.02.2021

Horizon Europe skipanin 

Horizon Europe er grundað á tríggjar súlur við ymiskum skráum og fleirtáttaðum verkætlanum.

  • Í súlu I - "Dygdarvísindi" - eru eitt nú Evropeiska Granskingarráðið (ERC), ið stuðlar fríari gransking, og "Marie Sklodowska-Curie Actions" (MSCA) skipanin, sum stuðlar flytføri og útbúgving hjá granskarum.

  • Í súlu II - "Altjóða avbjóðingar og evropeiskt vinnuligt kappingarføri" - eru seks evnisbundnar skráir, sonevnd Clusters. Hiðani verða tvørtjóðaverkætlanir stuðlaðar gjøgnum strategiskar arbeiðsskráir og útboð.

  • Í súlu III - "Nýskapandi Evropa" - er t.d. nýggja Evropeiska Nýskapanarráðið (EIC), sum veitir nýggj sløg av stuðli og lánum til nýskapan.

Umframt súlurnar hevur Horizon Europe eisini eina serliga skipan, sum skal stuðla Evropeiska Granskingarøkinum (ERA) gjøgnum eitt nú ”Widening”-skránna, sum er stuðulsskipan til lond, ið hava havt lutfalsliga lítla luttøku í Horizon-skránni frammanundan. Hetta fevnir m.a. um Føroyar.

Útboðini til verkætlanir verða almannakunngjørd á Funding & Tenders Portal. Minst til at velja Horizon Europe millum skráirnar (EU Programmes), áðrenn leitað verður eftir útboði (call). 

Arbeiðsskráir (work programmes) fevna um tvey fylgjandi ár og innihalda útboðini (calls) í hesum tíðarskeiði. Tá ið útboðið er latið upp, ber til at skriva umsókn í "submission service". Útboðið hevur neyvt ásetta freist fyri innlating av umsókn. Upplýsing um nær útboð verður latið upp og nær tað letur aftur (submission deadline) stendur ovast á síðuni. 

Eitt skjal, sum er hent at hava við hondina í umsóknartilgondini, er frymilin til avtaluna, sum skal undirskrivast, um umsóknin fær játtað stuðul - AGA

Eru spurningar er Online Manual góður í ráðum.