Skriva út
Lagt út: 24.06.2024

Vísindavøka 2024

Vísindavøkan 2024 verður í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin tann 27. september.

Á skránni vera framløgur, framsýningar og tiltøk, ið á ymsan hátt taka støði í gransking og nýskapan.

framløgur vera í Kongshøll á 4. hædd frá umleið 8.30-15.30. Tá verður miðlafagnaður við handan av ársins miðlaheiðursløn.

Uttanfyri verða tiltøk fyri børn og vaksin. Næmingar og lærarar á Glasi gera royndir, meðan Havstovan sýnir fram ymsar fiskar o.a. . Á Svalanum kring matstovuna Silo verða eisini ymisk tiltøk til stór bøn og vaksin.

Tað er ikki neyðugt við tilmelding. Øll tiltøk eru ókeypis.

Skráin fyri Vísindavøkuna og Vísindavøku á ferð verður kunngjørd eftir summarsteðgin

Sendingar í KVF frá undanfarnum Vísindavøkum síggjast her