Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan
Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan skal ráðgeva Føroya landsstýri um yvirskipaða politikk Føroya fyri gransking, menning og nýskapan.
Í ráðnum sita 7 limir, sum landsstýrisfólkið í granskingarmálum tilnevnir við støði í tilmælum frá eini trímannanevnd. Borgarar, stovnar og fyritøkur hava møguleika at koma við uppskotum um ráðslimir til trímannanevndina.
Setanarskeiðið er frá 1. apríl 2022. Limirnir sita fyri fýra ár, tó eru hesaferð valdir 3 limir fyri 2 ár.
Í ráðnum sita:
- Annika H. Davidsen, ph.d. í sálarfrøði, tilnevnd fyri 4 ár
- Eyðun Jacobsen, ph.d. í teldufrøði, tilnevndur fyri 2 ár
- Gunnvør á Norði, ph.d.. í lívfrøði, tilnevnd fyri 2 ár
- Jan Rasmussen, ph.d. og serlækni í hjartasjúkum, tilnevndur fyri 4 ár
- Ragnheiður Bogadóttir, ph.d. í umhvørvismálum, tilnevnd fyri 2 ár
- Sóley H. Hammer, MA í løgfrøði, tilnevnd fyri 4 ár
- Tórheðin J. Jensen, formaður, DBA, tilnevndur fyri 4 ár
Skrivarauppgávur Ráðsins eru sambært lógini lagdar til fyrisitingina í Granskingarráðnum at røkja.
Ráðið er sett sambært kunngerð um tilnevning av limum í ráðið fyri gransking, menning og nýskapan við heimild í lóg um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan frá 7. juni 2020.
Í kapitli 2 í lógini um Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan stendur:
- § 5. Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan verður sett at ráðgeva Føroya landsstýri og vinnu um yvirskipaða politikk Føroya við felags hugsjón, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan.
- Stk. 2. Ráðið skal fylgja við í og seta mál fyri gransking, menning og nýskapan í Føroyum og í altjóða høpi, sum kunnu menna økini í Føroyum.
- Stk. 3. Ráðið ger uppskot til landsstýrismannin um mál fyri stuðulsveiting og luttøku Føroya í altjóða samstørvum um gransking, menning og nýskapan, undir hesum at koma við tilmælum um karmar, serligar bonusskipanir o.a.
- Stk. 4. Ráðið skal ráðgeva í spurningum um, hvussu gransking, menning og nýskapan kunnu gerast gagnlig fyri samfelagið, bæði í almenna og privata geiranum, og ráðgeva í sambandi við fyrireiking og skipan av lóggávu um gransking, menning og nýskapan.
- § 6. Málini sbrt. § 5 eiga m.a. at fevna um:
- 1) karmar og kor fyri gransking, menning og nýskapan,
- 2) játtan og fígging annars,
- 3) átøk innanlands og uttanlands til at menna leiklut og støðu Føroya í altjóða samstarvi um gransking, menning og nýskapan,
- 4) at útvega, útbúgva og menna fólk til gransking, menning og nýskapan og
- 5) at viðgera og samtykkja normar og vegleiðandi reglur sbrt. kapitli 5.
- § 7. Ráðið ger árliga frágreiðing um gransking, menning og nýskapan í Føroyum við støðulýsing og meting av almennu gongdini í Føroyum og av støðuni í mun til altjóða samstarv, umframt tilráðingar í hesum sambandi. Frágreiðingin skal verða grundarlag fyri kunning og kjaki.
- Stk. 2. Árliga frágreiðingin verður løgd fyri landsstýrismannin.
- Stk. 3. Fyrisitingin, sbrt. § 15, veitir ráðnum stuðul og skrivarahjálp.