Vísindi fyri øll
Vísindi fyri øll ella Open Science fevnir um fleiri økir og hættir at breiða út úrslit frá gransking.
Open Access er frí atgongd til útgávur, sum t.d. vísindagreinar. Open Data er frí atgongd til dátur, sum eru framleiddar í eini verkætlan.
FAIR stendur fyri "Findable, Accessible, Interoperable and Re-usable" og verður nýtt í sambandi við dátur. Dátur skulu so vítt møguligt vera atkomuligar hjá øðrum og tí verður tosað um "open data sharing".
Faldari um Open Science kann takast niður her.
Les meira um European Open Science Policy her.
Úrslit frá Horizon verkætlan verða útgivin á Open Research Europe.
ENVOFAR
Í samsvari við politikkin hjá ES-nevndini um Open Science, hava føroysku stovnarnir Fiskaaling, Havstovan og Umhvørvisstovan í samstarvi sett á stovn tænastuna ENVOFAR.
Skipanin bjóðar ókeypis føroyskt granskingartilfar og kunning um vistskipanir á sjógvi og landi.
ENVOFAR stendur fyri Umhvørvisdátur um vistskipanir á landi og sjógvi í Føroyum.
Vitja ENVOFAR her
Stuðul til útgávu
Granskingarráðið hevur stuðulsskipan, sum letur stuðul til útgávu av vísindagreinum í open access.
Stuðlaðar útgávur kunnu takast niður her