Horizon 2020 - granskingarskráin hjá ES fyri 2014-2020
Stórur dentur verður lagdur á samstarv millum granskarar og vinnulívsfólk. Brýr skulu byggjast millum gransking, nýskapan og framleiðslu. Málið er at skapa vøkstur og nýggj arbeiðspláss, umframt at loysa tær avbjóðingar, sum eru fyri framman.
Horizon 2020 fevnir um stuðul til gransking, menning av nýggjari tøkni og nýskapan.
Horizon 2020 skráin byggir á tríggjar súlur:
• Samfelagsligar avbjóðingar – fevnir m.a. um íløgur í verkætlanir innan økini heilsu, orku, flutning, veðurlagsátøk, frælsi og trygd
• Vísindi í heimsflokki – fevnir m.a. um stuðul til framúrskarandi granskarar og íløgur í framtíðar tøkni og venjing fyri granskarar
• Íðnaðarlig leiðsla – fevnir m.a. um íløgur í biotøkni og rúmdartøkni, atgongd til váðafúsa fígging og stuðul til nýskapan í smáum fyritøkum
Í Horizon 2020 er eisini skipan, har smáar og miðalstórar fyritøkur kunnu leita upplýsing og ráðgeving um ymisk granskingar- og nýskapanarøki. Til ber m.a. at fáa stuðul í tilgongdini, tá ið framleiðsla/úrtøka verður gjørd búgvin til marknaðin.
Reglur og mannagongdir fyri viðgerð av stuðulsumsóknum eru nú einfaldari og skuldi hetta givið skjótari og smidligari avgreiðslu. Øll kunning um útboð, mannagongdir, treytir v.m. er at finna á Funding & Tenders Portal.
National Contact Points (NCPs) eru skipað í øllum londunum í Horizon 2020 fyri at veita umsøkjarum ráðgeving og persónliga tænastu á egnum máli. Umboðini, sum eru knýtt at føroysku NCP tænastuni, eru at finna her.
Sáttmálin millum Føroyar og ES sæst her