Stuðul til gransking og menning á heilsuøkinum

Granskari kann saman við stovni í Føroyum søkja um stuðul til gransking og menning innan raðfest økir, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum.

Tað eru í hesum umfarinum upp til 2 mill. kr. tøkar til gransking og menning á tveimum raðfestum økjum, har t.d. epidemiologi og ílegugransking kunnu innganga í hvørt einstakt øki, eins og t.d. menning av nýggjum tilgongdum, skipanum ella tænastum.

Stuðul kann veitast til smærri verkætlanir, samstarvsverkætlanir, ph.d.verkætlanir og post.doc. verkætlanir innan raðfestu økini.

Raðfest øki (í bókstavraðfylgju):

•   Hjartasjúkur, gransking / kanning av sjúkum í hjarta og blóðrensli, atvoldin til hjartasjúkur, fyribyrging og viðgerð.
•   Krabbamein, epidemiologiskar kanningar / gransking innan krabbameinsøkið

Vit tilskila okkum rætt til ikki at lata stuðul á øllum økjum og ikki at játta alla tøku upphæddina í hesum umfarinum.

Formlig krøv
Sum meginregla verður í mesta lagi latin stuðul til 2/3 av verkætlanini. Í heilt serligum føri kann verða latið upp til 100% í stuðli til granskingarverkætlanir fíggjaðar úr Sjúkrakassagrunninum. Viðfígging frá øðrum gevur fyrimun.
Allur játtaður stuðul skal nýtast í Føroyum, undantikið útreiðslur til ferðing, skeið og ráðstevnur.

Overhead kann í mesta lagi vera 10% av lønarútreiðslunum.

Minsta stuðulsupphædd, sum kann veitast til hvørja verkætlan innan raðfestu økini, er kr. 150.000, og latast kann í mesta lagi kr. 1.500.000.

Umsóknir skulu skrivast á skandinaviskum ella enskum máli á serligt umsóknarblað og skulu sendast við telduposti til gransking@gransking.fo. innan 1. september 2017 kl. 12 føroyska tíð.

Les formligu krøvini og vegleiðing her

Mælt verður umsøkjarum til at seta seg í samband við Granskingarráðið fyri at fáa ítøkiliga ráðgeving í sambandi við umsóknirnar.