facea436ffdbb243578a6092de9e9796.PNG
Skriva út
Lagt út: 01.09.2015

13 fólk hava søkt stuðul til heilsugransking

Tá freistin at søkja stuðul til gransking úr Sjúkrakassagrunninum var úti á middegi, vóru 13 umsóknir komnar inn.

Hetta er væl lægri enn í fjør, tá 28 umsóknir komu inn. Ein orsøk til hetta er uttan iva, at 7 fólk fingu stuðul til verkætlanir frá hesum økinum í fjør, og 3 fólk fingu stuðul úr Granskingargrunninum í mai til heilsugransking. Hesar verkætlanirnar eru júst farnar í gongd ella um at fara í gongd.

Stuðul kann latast á 5 ymsum økjum og umsóknir eru komnar til øll økini. Tað kunnu latast í mesta lagi umleið 1,5 mill. kr. til hvørt øki, tó til samans í mesta lagi upp til knappar 6 mill. kr. í hesum umfarinum.

Umframt vanligu treytirnar at umsøkjarin skal vera føroyingur, ella at verkætlanin á annan hátt skal hava týdning í føroyskum høpi, so er ásett, at granskarin í hesum umfarinum skal søkja saman við einum føroyskum stovni, og at allur játtaði stuðulin skal nýtast i Føroyum.
Nú verður farið undir at kanna umsóknirnar fyri at vita, um tær lúka formligu treytirnar. Síðani skulu útlendskir serfrøðingar finnast, sum skulu meta um vísindaligu góðskuna í umsóknunum.

Ein faknevnd er sett at viðgera og meta um umsóknir til Sjúkrakassagrunnin. Faknevndin ger tilmæli til Granskingarnevndina, sum tekur endaliga støðu.

Les meira um Sjúkrakassagrunnin her