Skriva út
Lagt út: 02.08.2024

Biodiversa+ er evropeiskt partalag (European Biodiversity Partnership).

Partalagið var skipað saman við ES-nevndini, sum partur av ES lívmargfeldis strategi'ini 2030 og stuðlar framúrskarandi gransking í lívfrøðiligum margfeldi.

Úrslitini hava ávirkan á samfelagið og á strategiska politikkin á økinum og fara at geva íkast til málsetningin um, at í 2030 skal bati síggjast í endurskapanini av náttúruni, og at í 2050 skulu fólk liva í samljóði við náttúruna.

Útboð, strategi og annað eru at finna á heimasíðuni hjá Biodiversa+