GRF 2016.jpg
Skriva út

Granskingarráðið

Granskingarráðið er við løgtingslóg skipað sum almennur stovnur, ið umsitur eksternan grunn við fleiri granskingarskipanum.

Grunnurin fyri gransking, menning og nýskapan hevur til endamáls at stuðla gransking, menning og nýskapan.

Granskingarráðið kunnar um stuðulsmøguleikar til gransking, menning, nýskapan og annað úr skipanum, sum Granskingarráðið fyrisitur, vegleiðir umsøkjarum og umsitur játtaðar verkætlanir.

Granskingarráðið fyrisitur ES granskingar- og menningarsamstarvið Horizon Europe við tilhoyrandi politikk- og samskiftisuppgávum, herundir NCP-, PC- og EURAXESS tænastu, umboðar Føroyar í NordForsk og øðrum altjóða samstarvi.

Granskingarráðið kunnar breitt um úrslit og avrik frá gransking, menning, nýskapan o.a., og skipar fyri ymiskum tiltøkum og verkstovum.

Granskingarráðið arbeiðir í neyvum samstarvi við Hagstovu Føroya við at menna, savna inn og greina hagtøl fyri gransking, menning og nýskapan.

Granskingarráðið hevur skrivarauppgávuna fyri Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan (GMN), sum er sett á stovn at ráðgeva Føroya Landsstýri og vinnu um yvirskipaða politikk Føroya við felags hugsjón, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan.

Í fyrisitingini hjá Granskingarráðnum eru fimm starvsfólk, sí her.

Yvirlit yvir, hvør hevur fingið játtan úr Grunninum til gransking, menning og nýskapan til verkætlanir síðani 1996, sæst her