Vísindavøka 2023
Vísindavøkan 2023 var í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin tann 22. september.
Á skránni vórðu framløgur, framsýningar og tiltøk, ið á ymsan hátt taka støði í gransking og nýskapan.
Uttanfyri vórðu telt við tiltøkum fyri børn og vaksin. Næmingar og lærarar á Glasi gjørdu royndir í øðrum teltinum, meðan Havstovan sýndi fram ymsar fiskar o.a. í hinum teltinum. Á Svalanum kring matstovuna Silo vóru eisini ymisk tiltøk til stór bøn og vaksin.
Framløgurnar vóru frá kl. 8.30 til kl. 15.30. Tá varð miðlafagnaður við snarrøðukapping, tónleiki og handan av heiðursløn fyri bestu almennu miðling av gransking.
Tað var ikki neyðugt við tilmelding til einstøku framløgurnar, og øll tiltøk vóru ókeypis.
Skráin fyri Vísindavøkuna sæst her.
Skráin fyri Vísindavøku á ferð sæst her.
Stroyming frá framløgunum í Kongshøll sæst her og her.
Sendingar í KVF frá framløgunum síggjast her.