Stuðul til gransking, menning og nýskapan
Í ár eru økini "Mentan", "Náttúra og náttúrutilfeingi" og "Tøkni" raðfest, soleiðis at verkætlanir innan hesi øki hava serligan fyrimun.
Stuðul verður latin: - føroyskum granskarum og granskaralesandi - gransking, menning og nýskapan á ella í tilknýti til føroyskar granskingarstovnar og vinnufyritøkur - gransking, mennin og nýskapan, ið hava týdning í føroyskum høpi.
Stuðul verður latin til ymisk sløg av verkætlanum: - smærri verkætlanir við stytri tíðarætlan - post grad. ella post doc. verkætlanir, ið ganga um fleiri ár - ph.d.-verkætlanir.
Tað er ein fyrimunur at: - verkætlanin fevnir um samstarv millum fleiri granskarar - verkætlanin fevnir um samstarv millum granskarar, granskingarumhvørvi og vinnuna - umsøkjari fær stuðul aðrastaðni eisini.
Umsóknir skula skrivast á skandinaviskum ella enskum máli á serligt oyðublað, ið fæst á skrivstovu ráðsins og kann heintast á heimasíðuni.
Skrivlig vegleiðing fæst á somu støðum.
Umsóknarfreist er: 1. september 2008, kl. 12.00
Stuðul kann søkjast, sjálvt um verkætlanin ikki er innan raðfestu økini.
Treytað av játtan á løgtingsfíggjarlógini eru umleið 6,8 mió kr. tøkar til nýggjar verkætlanir.