Sosial- og hugvísindi
Sosial- og hugvísindi er tvørgangandi í Horizon 2020. Evnini, sum eru málrættaði sosial- og hugvísindum, eru at finna Funding & Tenders Portal í SC6 - Europe in a changing world - inclusive, innovative and reflective societies.
Les eisini skjalið við útboðum fyri árini 2019 og 2020 her.
Les um Integration of social science and humanities her.
European Alliance for Social Sciences and Humanities
European Alliance for Social Sciences and Humanities (EASSH) er felagsskapur, sum er stovnsettur í Paris í 2015. Endamálið er at savna vísinda netverk, felagsskapir, vísindagreinar og universitet og at virka fyri gransking í sosial- og hugvísindum sum viðkomandi tilfeingi fyri Evropa og heimin.
EASSH er bindilið millum granskingarstovnar, myndugleikar o.o.
EASSH ráðgevur í mun til millumtjóða granskingarmøguleikar og Evropeisku granskingarskráirnar.
EASSH setur ljós á møguleikar, har sum sosialvísindi og hugvísindi kunnu geva íkast til samfelagið.
Útgávur, hoyringarsvar og annað viðkomandi tilfar um sosial- og hugvísindi er her.
net4society
NCP netverkið - net4society - hevur góð ráð um sosial- og hugvísindi á heimasíðuni.