Pengar.jpg
Skriva út
Lagt út: 09.07.2020

Stuðulsskipanir

Granskingarráðið umsitur fleiri ymsar stuðulsskipanir.

Hesar skipanir eru í løtuni virknar:

Stuðul til gransking

Granskingarráðið umsitur eina árliga játtan á fíggjarlógini til stuðul til gransking. Stuðul kann latast til ph.d.-verkætlanir, verkætlanir, sum eru longri enn 6 mánaðir og vinnuligar granskingarverkætlanir.

7,5 mió. kr. eru settar av á fíggjarlógini 2023 til stuðul til gransking, sum Granskingarráðið fyrisitur.

Til ber at søkja um stuðul til gransking eina ferð um árið. Umsóknarfreistin er 15. februar kl. 12 føroyska tíð.

Les meira her.

Stuðul til arbeiðsmarknaðarátøk 

Granskingarráðið umsitur stuðul til smærri kanningar og til granskingarverkætlanir, sum snúgva seg um arbeiðsmarknaðin í Føroyum. 

Stuðulin er ætlaður verkætlanum, sum yvirskipað fara at gagna arbeiðsmarknaðinum frameftir. Tað kann bæði vera verkætlanir, sum fevna um allan arbeiðsmarknaðin, og sum hava serligan týdning fyri starvsfólk í ávísum vinnum ella á ávísum starvsøkjum.

Áhugafeløg og stovnar kunnu søkja um stuðul til smærri kanningarverkætlanir. Umsóknarfreistin til smærri kanningarverkætlanir er tvær ferðir um árið, 1. november og 1. mai.  

Granskarar kunnu søkja um stuðul til granskingarverkætlanir saman við granskingarstovnum í Føroyum. Umsóknarfreistin til granskingarverkætlanir er 15. februar.

Les meira her.

Stuðul til havgransking í Norðuratlantshavi 

Granskingarráðið umsitur eina granskingarskrá um havgransking í Norðuratlantshavi við serligum atliti til broytingar í veðurlagnum.

Endamálið við granskingarskránni er at skapa økta vitan um havumhvørvið í Norðuratlantshavi og at menna samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark um havgransking.

25,5 mió. kr. vóru settar av á donsku fíggjarlógini í tíðarskeiðnum 2020-2023 til gransking av havumhvørvinum í Norðuratlantshavi. Skráin er síðani víðkað við 15 mió. kr. í 2024-2025 og við 15,8 mió. kr. í 2026-2027. 

Les meira her.

Stuðul til gransking í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantshavi

Granskingarráðið umsitur eina granskingarskrá um gransking í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantshavi.

Endamálið við granskingarskránni er at skapa økta vitan um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk í Norðuratlantshavi og at menna samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark.

Tilsamans 15,7 mió. kr. eru settar av á donsku fíggjarlógini til gransking í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantshavi í 2023-2026.

Les meira her.

Stuðul til vísindaligar útgávur

Granskingargrunnurin umsitur pening, sum skal brúkast til at stuðla føroyskum vísindastarvi. 

Peningurin skal fyrst og fremst verða nýttur sum stuðul til útgávu av javnlíkamettum (“peer reviewed”) vísindaverkum, ið stuðla føroyskt vísindastarv. Í øðrum lagi ber til at stuðla øðrum neyvari lýstum átøkum. 

Umsóknir verða viðgjørdar, so hvørt tær verða móttiknar. 

Les meira her.

Hesar skipanir eru ikki virknar í løtuni:

Sjúkrakassagrunnurin

Granskingarráðið fekk í 2014 ábyrgdina av at umsita og útluta peningin, ið sjúkrakassarnir kring landið áttu, tá teir vórðu avtiknir fyri nøkrum árum síðani. Stuðul kundi søkjast til átøk og verkætlanir, sum kundu menna heilsuøkið í Føroyum, men sum ikki vóru ein partur av rakstrinum av heilsuverkinum annars.

Eingin tøkur peningur er nú eftir.

Les meira her.

Vinnu ph.d.-gransking

Granskingarráðið hevur umsitið eina skipan, ið veitti stuðul til vinnu phd.-verkætlanir. Skipanin var stovnssett við peningi, sum Granskingarráðið hevði fingið úr Minningargrunninum hjá Dánjali Niclasen.

Eingin tøkur peningur er nú eftir.

Les meira her.

Stuðul til Horizon umsóknir

Fyri best at gagnnýta avtaluna við ES um luttøku Føroya í Horizon granskingarskránni og fyri at lætta um hjá stovnum og virkjum í sambandi við umsóknararbeiðið, hevur Granskingargrunnurin latið stuðul til teirra, sum arbeiða ítøkilliga við umsóknum. 

Í løtuni er hendan skipanin ikki virkin.

Les meira her.

Stuðul til COVID-19 átøk

Granskingarráðið hevur latið stuðul til granskingarverkætlanir í sambandi við COVID-19. Stuðulin kom frá Granskingargrunninum, Sjúkrakassagrunninum og fleiri vinnufyritøkum.

Hendan skipanin er ikki longur virkin. 

Les meira her.