pengar.jpg
Skriva út
Lagt út: 19.11.2024

Játtanir frá Granskingarráðnum 1997-2024

Granskingarráðið hevur síðani tað varð umskipað við Granskingargrunninum í 2002 játtað stuðul til gott 280 verkætlanir. Av hesum vóru nakrar verkætlanir í gongd frá undanfarna ráði og skipan, játtaðar í 2001 ella fyrr. 

Granskingarráðið raðfesti í fleiri ár 6 høvuðsøki og valdi hvørt ár at stuðla innan eitt ella fleiri av hesum økjum. Økini vóru: Matur, Mentan, Samfelag, Náttúra og Náttúrutilfeingi, Fólkaheilsa og Tøkni. 

Í 2009 broytti Granskingarnevndin hesa siðvenju og bjóðaði granskarum at søkja innan øll økir á hvørjum ári. Umsóknir vórðu tó enn flokkaðar eftir hesum økjum.

Í 2020 varð gjørt av at broyta flokkingina av økjum til fýra høvuðsøki: Hugvísindi, Samfelagsvísindi, Náttúruvísindi & Tøkni og Heilsuvísindi.

Í 2021 valdi nýsetta faknevndin fyri stuðli til gransking at steðga við at flokka umsóknir á fakøkir.

Niðanfyri er yvirlit við øllum játtaðum verkætlanunum, býtt upp á játtanarár og granskingarøki. Tær verkætlanir, sum ikki fóru í gongd og har játtanin er latin Granskingargrunninum aftur, eru merktar við stjørnum í samlaða yvirlitinum. Allar verkætlanir eru neyvari lýstar í dátugrunninum Stuðulsyvirlit.

Játtan 1997-2024

Játtan 2024

Játtan 2023

Játtan 2022

Játtan 2021

Játtan 2020 

Játtan 2019

Játtan 2018

Játtan 2017

Játtan 2016

Játtan 2015

Játtan 2014

Játtan 2013

Játtan 2012

Játtan 2011

Játtan 2010

Játtan 2009

Játtan 2008

Játtan 2007

Játtan 2006

Játtan 2005

Játtan 2004

Játtan 2003

Játtan 2002

Játtan frá 2001 og eldri - yvirtikið frá undanfarnu skipan