Havgransking Lýsing
Skriva út
Lagt út: 05.11.2024

Stuðul til havgransking í Norðuratlantshavi 2025

Lýst verður eftir umsóknum til granskingarskránna Havgransking í Norðuratlantshavi - MARiNAO. Granskingarskráin er fíggjað av donsku stjórnini og eggjar til granskingarsamstarv millum Grønland, Føroyar og Danmark.

Vit sóknast eftir umsóknum við denti á havgransking, ið er tengd at, tó ikki avmarkað til, ryggin millum Grønland, Ísland, Føroyar og Skotland.

Ryggurin er eitt týðandi jarðfrøðiligt mark millum Norðuratlantshav og lágarktiska havøkið. Økið er sera fjøltáttað og vísindaliga áhugavert fyri londini á Rygginum. Tí sóknast vit serliga eftir tvørvísindaligum samstarvsverkætlanum millum Grønland, Føroyar og Danmark um Ryggin.

Stuðul verður latin til verkætlanir í havvísindum, til dømis í alis-, evna- ella lívhavfrøði, íroknað evni sum havsúrgan og veðurlagsbroytingar, havvistskipanir ella lívfrøðiligt margfeldi. Har, sum tað er viðkomandi, eggja vit til samstarv við stovnar úr øðrum londum í økinum, sum kunnu luttaka við egnari fígging. 

Í sambandi við ph.d. ella post.doc. verkætlanir mæla vit staðiliga til granskingaruppihald í minst tveimum av teimum trimum londunum.

Upp til 14,4 mió. kr. eru leysar at søkja í hesum umfari.

Mesta stuðulsupphæddin til hvørja verkætlan er 3,6 mió. kr. Stuðul verður væntandi latin 4 verkætlanum.

Lýsing eftir umsóknum við nærri greining av krøvum og treytum sæst her.

Umsóknir skulu sendast umvegis umsóknarportalin.

Umsóknarfreist er 17. februar 2025 kl. 12 føroyska tíð.

----------------------------------------

Tórshavn, 5. november 2024

Ásetingar í hesum útboði kunnu verða tillagað upp til 8 vikur fyri umsóknarfreistina. Um broytingar verða gjørdar, verður hetta fráboðað her. 

* Fígging til hetta útboðið er treytað av at fíggjarlógirnar fyri 2025 og 2026 verða verða samtyktar av Fólkatinginum.