Corona Boð
Skriva út
Lagt út: 05.04.2020

Stuðul til COVID-19 átøk - ikki virkin

Granskingarráðið lýsti í apríl og mai 2020 við upp til 3.050.000 kr. í stuðli til  granskingarverkætlanir í sambandi við COVID-19. Stuðulin kemur frá Granskingargrunninum, Sjúkrakassagrunninum og fleiri vinnufyritøkum.

Korona farsóttin, sum herjar um allan heim, hevur við sær heilt óvanligar avbjóðingar bæði á heilsuøkinum og fyri alt samfelagið sum heild. Umframt heilsuligu avleiðingarnar hevur farsóttin eisini vinnulig, búskaparlig, sosial og skipanarlig ringárin, sum vit enn ikki kenna til fulnar. Stórur tørvur er á meira vitan, sum kann  bøta um átrokandi avleiðingar av farsóttini nú, og sum kann styrkja samfelagið til at standa ímóti stórum avbjóðingum í framtíðini.

Hvat kann søkjast til

Talan kann vera um stuðul til innsavning og skráseting av data, skipan av komandi granskingarverkætlanum og til granskingarverkætlanir. Hesar kunnu vera á øllum granskingarøkjum.

Hvør kann søkja

Stuðul kann latast til royndar granskarar ella granskingartoymi, sum annaðhvørt eru í gongd við eina verkætlan, sum kann tillagast ella víðkast til eisini at fevna um COVID-19 støðuna, ella sum taka stig til eina ítøkiliga COVID-19 tengda verkætlan.

Verkætlanirnar skulu kunna setast í gongd beinanvegin og skulu vera av slíkum slag, at vitan frá verkætlanunum verður gjørd atkomulig og skal kunna nýtast í líknandi støðum í framtíðini.

Tað er leypandi umsóknarfreist, umsóknir verða viðgjørdar so hvørt tær koma inn, og stuðul kann verða játtaður til tøka upphæddin er uppi.

Umsóknirnar skulu lýsa hugskot til verkætlanir og skulu í mesta lagi vera 2 síður, umframt eina yvirskipað fíggjarætlan. Spennið av játtanum kann hugsast at vera frá smáum upphæddum til størri verkætlanir.

Sí neyvari lýsing av treytum her

Umsóknir kunnu sendast til gransking@gransking.fo.

Hevur tú spurningar í sambandi við hesa lýsingina, kanst tú eisini ringja á 567800.

Stuðlar

Hesar fyritøkur hava játtað stuðul til átakið:
Poul Michelsen samtakið 500.000 kr.
Bank Nordik 1.000.000 kr.
Tjaldur 30.000 kr. 
Articon 250.000 kr.
MEST 200.000 kr.
Magn 20.000 kr.
LÍV 50.000 kr.
Aðrar fyritøkur 20.000 kr. 

Granskingarnevndin gjørdi á fundi 13.5.2020 av at enda lýsingina eftir COVID-19 umsóknum. Tøki peningurin er nærum uppi, og mett verður, at stuðul er latin til flestu evni, sum vórðu mett bráðneyðug at granska.