Tilmæli wordle.JPG
Skriva út

Hvat er gransking?

OECD hevur eina formliga skilmarking av hugtakinum gransking, sum lond halda seg til. OECD lýsir gransking og menningararbeiði (G&M) sum «virksemi við originalum burði, innt á skipaðan hátt til at økja grunnin av vitan og til at nýta hesa vitan til at finna nýtt brúk». Sí fullu skilmarkingina her.

Granskarar
Ein granskari er ein persónur, sum er ph.d.lesandi, hevur ph.d.prógv ella samsvarandi førleika. Tað eru ein ørgrynna av ymsum starvsheitum fyri granskarar. Á Fróðskaparsetrinum eru granskarar oftast settir í starv sum adjunktar, lektarar ella professarar. Á øðrum granskingarstovnum eru heitini vanliga granskari og seniorgranskari.

Vinnulig og samfelagslig endamál

Flestu av granskingarúrslitunum eru við til so ella so at geva okkum góð amboð og loysnir. Hetta kann vera til at menna og skipa samfelagið betri á øllum økjum,t.d. heilsu-, almanna-, fíggjar-, fiskivinnu-, vinnu-, mentanar- og umhvørvisøkinum. Tað kann eisini vera til at skapa nýggjar vinnuvegir ella optimera verandi vinnur m.a. fyri at fáa betri og bíligari framleiðslu og størri úrtøku úr vinnuliga virkseminum.

Kunning um og nýtsla av granskingarúrslitum

Vit granska fyri at fáa nýggja vitan, sum skal brúkast til nógv ymisk endamál. Fyri at kunna brúka hesa vitanina, mugu granskararnir siga øðrum frá sínum úrslitum og sínari vitan. Hetta verður gjørt á nógvar ymiskar mátar.

Vísindalig útgáva og kunning

Granskarar siga øðrum granskarum frá sínum úrslitum við at skriva vísindaligar greinar, sum koma í altjóða tíðarrit. Summi tíðarrit eru kendari og fínari enn onnur at fáa sínar greinar í. Dømi um sera kend tíðarrit eru Nature og Science.

Vit hava eitt føroyskt vísindatíðarrit. Tað eitur Fróðskaparrit og kemur út eina ferð um árið.

Eisini skriva fleiri granskarar bøkur. Hesar eru bæði til aðrar granskarar og til almenningin, sum hevur áhuga í granskingarevninum. Flestu granskarar halda eisini fyrilestrar og hava framsýningar, “postarar”, á vísindaligum ráðstevnum.

Undirvísing

Øll hægri útbúgving er granskingargrundað og allarflestu lærararnir eru virknir granskarar. Flestu lærubøkur til hægri lestur eru skrivaðar av granskarum ella av fólki, sum miðla granskingarúrslit hjá granskarum. Á henda hátt fáa lesandi innlit í nýggjastu vitanina og úrslitini innan sítt fakøki.

Fyrilestrar og framløgur

Granskarar halda ofta almennar fyrilestrar um sína gransking á stovnunum og úti til ymisk tiltøk. Fróðskaparsetrið skipaði í nógv ár fyri almennum fyrilestrum í Havn. Í 2005/6 varð tiltakið víðkað til alt landið og kallaðist tá Setrið á Ferð. Í 2007/2008 vórðu fyrilestrar hildnir í sjónvarpinum undir heitinum Speki. Hesir fyrilestrarnir eru allir tøkir á kvf.fo/speki.

Granskingarráðið hevur síðani 2008 skipað fyri tiltakinum Vísindavøka, sum er partur av tiltakinum European Researchers' Night. Framløgur frá Vísindavøkum eru at finna her.

Kunning í miðlunum

Greinar um granskingarúrslit eru ofta í bløðunum og sum innsløg ella sendingar í útvarpi ella sjónvarpi. Fróðskaparfelagið og granskingastovnarnir hava í nógv ár samstarvað um at geva út blaðið Frøði, sum er almentvísindaligt tíðarrit. Til ber at lesa Frøði her.