Circular Bio-based Europe, Joint Undertaking
Circular Bio-based Europe Joint Undertaking (CBE JU) er eitt samstarv millum ES-nevndina við Horizon Europe og Bio-based Industries Consortium (BIC). BIC eru vinnufyritøkur í Evropa, sum eru í samtaki um at veita stuðul til at menna lívfeingisvinnuna, og at kunna um møguleikar og úrslit, sum spyrjast burturúr. Fíggingargrundarlagið er sostatt bæði úr Horizon Europe og frá vinnuni.
Málið hjá ES-nevndini er at styrkja og menna lívfeingisvinnuna í Evropa saman við vinnuni. CBE JU er áður nevnda BBI JU, sum hevur virkað í síðan 2014.
CBE JU lýsir við útboðum á hvørjum ári. Talan er um stór netverk, sum samstarva um bestu og burðardyggastu loysnirnar fyri framtíðar Evropa. CBE JU skráin er opin fyri øllum og tí luttaka smáar og stórar fyritøkur, universitet, granskingarstovnar og onnur í konsortium, sum søkja um stuðul úr CBE JU.
Umsóknir verða mettar sambært reglunum hjá ES-nevndini um luttøku í Horizon. Verkætlanir, sum fáa stuðul, menna nýggj lívfeingisevni og nýggjar framleiðslur, tær stimbra gransking og innovation í Evropa, umframt at taka nýggju framleiðsluna á marknaðin.
Les meira um CBE JU her
Mynd: Ocean Rainforest