Vísindavøka á ferð 2018.PNG
Skriva út
Lagt út: 09.09.2018

Skrá fyri Vísindavøku á ferð 2018

Vísindavøkan var á ferð í tíðarskeiðnum 17. til 26. september. Talan var um fimm tiltøk kring landið, sum vóru skipað eftir sama leisti. 

Á hvørjum tiltaki vóru tríggjar styttri framløgur við granskarum frá ymsu stovnunum kring landið. Hvør framløga varð bert hildin eina ferð, so møguleiki var at fara til fimm ymisk tiltøk.

Eisini var ein stutt kunning um gransking í Føroyum, um hvat gransking er, hvør granskar, hvat verður granskað og hví. 

Mánakvøldið 17.9. kl. 19.30 - Seglloftið á Tvøroyri                                         

'Sólorka' - Kári Mortensen, Umhvørvisstovan 
'Fruentimmerpynt m.m. - Handilsloyvi og handilin hjá Elisabeth Helenu Müller frá 1836' - Lena Nolsøe, Tjóðskjalasavnið
'Atferð hjá rognkelsum og laksi í tveimum alibrúkum í Føroyum' - Ása Johannesen, Fiskaaling

Mikukvøldið 19.9. kl. 19.30 - Bókasavnið við Løkin                                       

'Hava vit meiri vind í Føroyum nú enn fyrr?' - Hilmar Simonsen, Fróðskaparsetrið 
'Føroysk fólkanavnagáva síðstu fjórðingsøld' - Anfinnur Johansen, Fróðskaparsetrið
'Er heita vatnið í Kollafirði burðardygt?' - Óluva Eidesgaard, Jarðfeingi

Hóskvøldið 20.9. kl. 19.30 - Sands Bókasavn                                                

'Einkjur og einkjumenn í Føroyum í 1800-talinum - Lutfall og aldursbýti' - Annika Skaalum; Tjóðskjalasavnið
'Hvussu ávirkar svøvnur og møði manningina á fiskiskipum?' - Annbjørg á Høvdanum, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu  
'Hvussu ávirkar fiskayngul vistskipanina á Landgrunninum?' - Sólvá Jacobsen, Havstovan

Mánakvøldið 24.9. kl. 19.30 - Sørvágs Bókasavn

'Um súlu og súluveiðu' - Bergur Olsen, Havstovan
'Um gosfjallið, sum nýliga er funnið á Vágoynni' - Uni Árting, Fróðskaparsetrið & Jarðfeingi 
'Løgmaður og Dorthea Wenningsted – Eitt stríð um makt og leysingabørn síðst í 1700-talinum' - Sámal Tróndur F. Johansen, Tjóðskjalasavnið

Mikukvøldið 26.9. kl. 19.30 -Tekniski Skúli í Klaksvík

'Røddin í miðdeplinum og átaksøki í mun til perinatalan ótta og tunglyndi' - Sanne Storm, Landssjúkrahúsið  
'Skynsamasta lúsamark fyri alibrúk, sum hava samband hvørt við annað' - Tróndur Kragesteen, Fiskaaling 
'Nær er ein læraraútbúgving nóg góð? – Tær fimm vágskálirnar' - Hans Harryson, Fróðskaparsetrið