Ávirkar ílegusamansetingin hjá einstaklinginum sjúkugongdina hjá COVID-19 smittuni?
Verkætlanarleiðari Noomi Odmarsdóttir Gregersen
Stutt lýsing Endamálið við hesi verkætlanini er at gera ílegukanningar av persónum, sum hava verið sjúkir av korona ella hava havt samband við ein smittaðan við korona fyri at vita: 1) um ávísar ílegur hava samband við ymisk sjúkueyðkenni, og harvið um ílegumunur er millum tey, sum hava álvarslig sjúkueyðkenni og tey, sum nærum ongi hava, og 2) um ávísar ílegur kunnu verja ein ella økja um vandan fyri smittuni. Hesar ílegukanningarnar kunnu møguliga vísa á, um ílegurnar hjá tí einstaka hava ávirkan á smittuvandan av korona virusinum. Tað er hugsandi, at slík vitan kann koma at hava ein týðandi leiklut í framtíðar viðgerð ella fyribyrging av korona smittuni.
Tíðarskeið 24.04.2020-01.05.2022 (Verkætlan liðug)
Toymi Ílegusavnið, Fróðskaparsetrið, Landssjúkrahúsið, Dieldin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu
Stuðlar COVID-19 átakið hjá Granskingarráðnum.
Samband noomi@fargen.fo
Útgávur Ongar útgávur enn