Vísindavøka Á Ferð 2020
Skriva út
Lagt út: 25.08.2022

Vísindavøka á ferð 2022

Í ár var Vísindavøkan á ferð kring landið í tíðarskeiðinum 12. til 19. september. Talan var um fimm tiltøk, í Havn, í Klaksvík, í Sørvági, á Sandi, og í Hovi. Hesi vórðu øll skipað eftir sama leisti.

Á hvørjum tiltaki vóru tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum og øðrum frá ymsum stovnunum.

Landsbókasavnið í Havn mánakvøldið 12. september kl. 19

Frá útláti til stein - CO2 goymsla í føroysku undirgrundini
Rakul Maria Johannesen, Jarðfeingi

Skíggin - ein góður tænari, men ringur harri
Gitte Klein, Fólkaheilsuráðið

At finna høpi í lockdown: Ein kanning av koronudagbókum
Erika Hayfield, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið

Klaksvíkar Bókasavn týskvøldið 13. september kl. 19

Føroyska orkuskipanin broytir skap
Meinhard Eliasen, Umhvørvisstovan

Umsiting av pelagiskum fiskastovnum í landnyrðings-Atlantshavi eftir Brexit
Zvonko Mrdalo, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið

Hvat kunnu makrelegg brúkast til?
Sólvá Káradóttir Eliasen, Havstovan

Gamli Skúli í Sørvági mikukvøldið 14. september kl. 19

Hvussu stutt- og langtíðar 4D GNSS tíðarrøðir kunnu avdúka deformatiónir av heingibrúgvum
Gethin Roberts, Umhvørvisstovan

Ílegur hava týdning! Ávirkan hjá ílegum á sjúkugongdina fyri COVID-19
Leivur Nattestad Lydersen, Ílegusavnið

Fruktbæri á føroyskum seyði - ein rannsókn eftir arvaligum fruktbæris-frávikum
Eva Kjæld Hansen, Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetrið

Sands Bókasavn hóskvøldið 15. september kl. 18.30

Sambandið ímillum djóraæti og havfrøðiligar broytingar kring Føroyar í trý áratíggju
Inga Kristiansen, Havstovan

Møguleikar fyri sjóvarfalsorku í føroysku firðunum
Knud Simonsen, Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetrið

Hví hava føroyingar so ilt í búkinum?
Marjun á Fríðriksmørk Berbisá, Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetrið

Miðnámsskúlin í Hovi mánakvøldið 19. september kl. 19

Arbeiðsháttir innan fornfrøði – fyrr og nú
Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, Tjóðsavnið

Keyp og søla av orku - frá monopoli til marknað
Sigurð í Jákupsstovu, Umhvørvisstovan

Broytingar í heilsustøðuni hjá eldri føroyingum
Eina H. Eliasen, Deildin fyri Arbeiðs- og almannaheilsu

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum