Visindavoka A Ferd A Sandi
Skriva út
Lagt út: 04.10.2022

Finn ein fyrilestur

Vit eiga nógvar granskarar í Føroyum, sum vita eina rúgvu um nógv ymisk viðurskifti. Hesir granskarar siga øðrum frá um sína gransking við at geva út bøkur, greinar, postarar og frágreiðingar. Teir undirvísa eisini á Fróðskaparsetrinum ella á øðrum lærustovnum og halda fyrilestrar bæði fyri øðrum granskarum og fyri almenningi.

Hevur títt felag, virki ella stovnur brúk fyri einum ella fleiri innleggum til ein aðalfund, nevndarfund, skeið, temadag, starvsfólkadag ella annað, er ein møguleiki at fáa ein granskara at halda ein fyrilestur fyri tykkum. Tit kunnu fáa ítøkiliga vitan um eitt ávíst evni, íblástur til framhaldandi arbeiði, upplegg til kjak ella... Ja møguleikarnir eru nógvir.

Ein fyrilestur er vanliga 30-45 min. umframt tíð til spurningar og kjak.

Kringvarpið hevur sent nógvar fyrilestrar hjá granskarum. Fyrilestrar við granskarum frá ymsum stovnum hava verið sendir í sjónvarpinum í samstarvi við Fróðskaparsetrið undir heitinum Speki, og seinastu árini hava fyrilestrar hildnir á Vísindavøkunum eisini verið sendir í sjónvarpinum.

Samsýning

Um ikki annað verður avtalað, skal fyrilestrahaldarin hava eina rímiliga samsýning fyri sín fyrilestur. Taksturin hjá Fróðskaparsetrinum fyri fyrilestrar var í fleiri ár kr. 2.000. Hetta verður mett at vera heldur ríkiligt, um talan er um lítið felag, men alt ov lágt, um talan er um professionellan fyrilestur á tiltaki hjá einum stovni ella virki. Hvussu ein fyrilestur verður samsýntur, er altíð eftir avtalu millum tann, sum bíleggur, og fyrilestrahaldaran.

Uttan mun til samsýningina, er tað góður siður at rinda fyrilestrahaldara fyri útreiðslur í sambandi við tiltakið, t.d. fyri ferðing, mat og tilfar.