Vísindavøka Á Ferð 2020
Skriva út
Lagt út: 12.10.2020

Skrá fyri Vísindavøku á ferð 2020

Vísindavøkan var á ferð kring landið í tíðarskeiðinum 26. oktober til 4. november. Talan var um fýra tiltøk, í Runavík, í Hovi, í Klaksvík og í Sørvági, sum vóru skipað eftir sama leisti.

Á hvørjum tiltaki vóru tríggjar framløgur, 20-25 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum.

Hvør framløga varð bert hildin eina ferð, so møguleiki var at fara til fýra ymisk tiltøk.

Tiltøkini vórðu skipað sambært almennu koronutilmælunum og aktuellu støðuni.

Bókasavnið við Løkin mánakvøldið 26. oktober kl. 19.

Kann kræklingur minka um dálking, sum stavar frá alingini?
Gunnvør á Norði, Fiskaaling

Hví er tað so heitt í Føroyum?
Bogi Hansen, Havstovan

Jarðvísindalig miðling og korona
Lis Mortensen, Jarðfeingi

Miðnám í Suðuroy mikukvøldið 28. oktober kl. 19.

Botndjórakanningar á føroysku firðunum - Eitt føroyskt sammetingargrundarlag
Heidi Mortensen, Fiskaaling

Politisk leiðsla og samskifti í undantaksstøðu: Hvussu loftaðu Føroyar koronakreppuni.
Rógvi Olavson, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið

Brislingur undir Føroyum - lívfrøði og útbreiðsla
Eydna í Homrum, Havstovan

Klaksvíkar Bókasavn mánakvøldið 2. november kl. 19.

Hvussu kunnu DNA-leivdir í sjógvi brúkast til at kanna fiskastovnar?
Ian Salter, Havstovan

Atburður hjá laksi á harðbalnum økjum
Ása Johannesen, Fiskaaling

Ávirkanin av Covid-19 á fiski-og alivinna og avleiðingar fyri føroyska búskapin
Zvonko Mrdalo & Unn Laksá  Søgu- og samfelagsdeildin og Sjókovin

Sørvágs Bókasavn mikukvøldið 4. november kl. 19.

Tang frá gróvkorni til borðiskin – vøkstur, innihald og matvørutrygd
Agnes Mols Mortensen, Fiskaaling

Læran av og í koronuskúlanum
Erla Olsen, Námsvísindadeildin

Føroyskt økið er 99,5% hav og verri kortlagt enn Mánin
Bartal Højgaard, Jarðfeingi