Granskingarráðið er sjálvstøðugur almennur stovnur, sum hevur sum endamál at stuðla gransking.
Vit geva einstaklingum ráð og vegleiðing.
Vit lata fíggjarligan stuðul til verkætlanir og útgávur.
Vit veita myndugleikum ráðgeving og tænastur.
Vit eru bindilið millum Føroyar og umheimin á granskingarøkinum.
Vit kunna alment um gransking.
Vit arbeiða fyri at betra karmar og kor fyri gransking.
Stovnurin hevur eina nevnd og eina fyrisiting. Í nevndini eru 7 limir. Í fyrisitingini eru 4 starvsfólk, tilsamans 2,9 ársverk.
Lýsingin er í faldaranum Gransking skapar framburð