Nú kanst tú søkja um
Stuðul til gransking, menning og nýskapan
Í ár eru økini Mentan, Náttúra og náttúrutilfeingi og Tøkni raðfest, soleiðis at verkætlanir innan hesi øki hava serligan fyrimun.
Innan økið "Tøkni" verður stuðul latin til í mesta lagi 50% av kostnaðinum.
Stuðul verður latin: - føroyskum granskarum og granskaralesandi - gransking, menning og nýskapan á ella í tilknýti til føroyskar granskingarstovnar og vinnufyritøkur - gransking, mennin og nýskapan, ið hava týdning í føroyskum høpi.
Stuðul verður latin til ymisk sløg av verkætlanum: - smærri verkætlanir við stytri tíðarætlan - post grad. ella post doc. verkætlanir, ið ganga um fleiri ár - ph.d.-verkætlanir.
Tað er ein fyrimunur at: - verkætlanin fevnir um samstarv millum fleiri granskarar - verkætlanin fevnir um samstarv millum granskarar, granskingarumhvørvi og vinnuna - umsøkjari fær stuðul aðrastaðni eisini.
Umsóknir skula skrivast á skandinaviskum ella enskum máli á serligt oyðublað, ið fæst á skrivstovu ráðsins og kann heintast á heimasíðuni. Skrivlig vegleiðing fæst á somu støðum.
Umsóknarfreist er: 1. september 2006, kl. 12.00
Stuðul kann søkjast, sjálvt um verkætlanin ikki er innan raðfestu økini.
Umleið 5,8 mio. kr. eru tøkar til nýggjar verkætlanir. Harumframt veitir Føroyagrunnurin frá 1971 fígging til eina ph.d. verkætlan.
Sí lýsing