Partnerships (4)
Skriva út
Lagt út: 18.03.2021

European Partnerships

European Partnerships eru átøk hjá ES-nevndini og londunum, sum luttaka í Horizon. Nøkur Partnerships verða skipað við samfígging úr londunum, sum luttaka í Horizon. Onnur eru sonevnd Institutionalised Partnerships. 

Partnerhips, sum eru skipað sum "Institutionalised Partnerships", eru opin fyri luttøku longu nú. Talan er t.d. um Circular Bio-based Europe (áður BBI JU), Innovative Health Initiative, Key Digital Technologies og Clean Hydrogen. Eisini European Institute of Innovation and Technology er partnership, sum er opið fyri luttøku. 

Tað eru fimm økir, sum eru skipað sum Partnerships. Økini og evnini eru neyvt tengd at útboðunum í Súlu II. 

Økini eru:

  • Heilsa
  • Talgilding, Ídnaður og Rúmdin
  • Veðurlag, Orka og Ferðsla
  • Matur, Bioøkonomi, Náttúrutilfeingi, Landbúnaður og Umhvørvi
  • Tvørgangandi evni, Fyritøkur og Vísindi fyri øll 

Les kunning um Partnerships frá ERA-Learn her.

Neyvari kunning um partaløg, sum Føroyar luttaka í, er her