Stuðul til gransking í uttanríkisviðurskiftum, trygd og verjupolitikki í Norðuratlantsøkinum 2024
Vit lýsa nú eftir teimum fyrstu umsóknunum til skránna FASDiNA – stytting fyri Foreign Affairs, Security, and Defence Policy in the North Atlantic.
Tøka játtanin í fyrsta stuðulsumfarinum er 6,9 mió. kr. Ætlanin er at stuðla tveimum granskingarverkætlanum og trimum ella fýra styttri ritum – Policy Papers.
Endamálið við skránni
Yvirskipaða endamálið er at skapa nýggja vitan um uttanríkisviðurskifti, trygd og verjupolitikk í Norðuratlantsøkinum. Eisini er endamálið at menna samstarv millum Føroyar, Grønland og Danmark á hesum økinum.
Harafturat vil skráin stuðla førleikamenning í uttanríkisviðurskiftum, trygd og verjupolitikki í Føroyum og Grønlandi umvegis ph.d. og postdoc verkætlanir.
Fyri at økja vísindaliga vitanargrundarlagið í Føroyum, Grønlandi og Danmark er ætlanin at stuðla arbeiðinum við nøkrum Policy Papers. Hesi eru hugsað at skula verða grundarlag undir kjaki og samrøðum og víðari gransking í samlaðu granskingarskránni.
Karmarnir
Bráðnandi ísurin í Arktis orsakað av veðurlagsbroytingum hevur latið upp fyri nýggjum flutningsfarleiðum. Hetta hevur við sær øktan altjóða áhuga í Norðuratlantsøkinum og Arktisk og hevur latið upp fyri nýggjum uttanríkis- og trygdarpolitiskum spurningum í økinum.
Økt trýst er á Føroyar og Grønland frá stórveldum, sum royna at ávirka londini umvegis handilsligar og politiskar gerðir. Uttanhýsis trýstið kann ávirka bæði innlendis og útlendis dynamikkin, sum formar sambondini millum Føroyar, Grønland og Danmark.
Yvirskipaðu broytingarnar í altjóða geopolitisku støðuni ávirka beinleiðis Arktiska økið. Hetta hevur skapt ein átrokandi tørv á at fáa dátur til vega og at uppbyggja førleikar í at handfara nýggja trygdarveruleikan í Føroyum, Grønlandi og Danmark. Við ymsu landafrøðiligu støðunum, søguligu royndunum, altjóða samstørvunum, valdsdynamikki og mótstríðandi áhugamálunum á summum økjum er gransking avgerandi fyri avkláring og samanhang.
Vit sóknast eftir umsóknum á økjunum uttanríkisviðurskifti, trygd og verjupolitikkur, fyrst og fremst, tó ikki avmarkað til, evni sum samfelagsligar broytingar, handil, sivil og hernaðarlig trygd, talgildur og fysiskur infrastrukturur, veitingartrygd, náttúrutilfeingi, lágspenningspolitikkur og mótstríðandi áhugamál.
Væntað nytta og úrslit
Vit vænta, at stuðlaðar verkætlanir eru við til at økja um vísindaførleikarnar á økjunum uttanríkisviðurskifti, trygd og verjupolitikkur í Føroyum, Grønland og Danmark. Hetta við førleikamenning, styrktum netverkum, dátuinnsavning og handfaring, deiling av vitan og infrakervi og við vísindaligari góðsku.
Lýsingin eftir umsóknum við vegleiðing og neyvari treytum er at finna her. Umsóknir skulu sendast inn umvegis umsóknarportalin
Umsóknarfreistin fyri Policy Papers er 15. mars 2024 kl. 12:00 føroyska tíð.
Umsóknarfreistin fyri granskingarverkætlanir er 2. mai 2024 kl. 12:00 føroyska tíð.