Granskingaretikkur.jpg
Skriva út
Lagt út: 06.01.2021

Etiskar leiðreglur og góður granskingarsiður

Verkætlanir, sum verða stuðlaðar av Granskingarráðnum, skulu halda seg til granskingaretiskar standardir og fylgja meginreglum fyri granskara- og granskingaretik og góðan granskingarsið.

Granskingarstovnarnir skulu tryggja, at gransking teirra fer fram sambært viðurkendum granskingaretiskum normum. Í umsóknum til Granskingarráðið skal umsøkjarin í verkætlanarlýsingini lýsa møguligar etiskar spurningar, sum eru knýttir at útinnan av verkætlanini, og lýsa, hvussu hesir fara at verða handfarnir. Meting okkara av umsóknini verður millum annað grundað á hesa lýsing.

Granskingaretiskar leiðreglur

Vit hava ikki ítøkiligar orðaðar leiðreglur á økinum í Føroyum. Í staðin verður vegleiðandi víst til yvirlit yvir almennar og fak- og evnisrættaðar granskingaretiskar leiðreglur, sum De nasjonale forskningsetiske komiteene í Noregi hava gjørt, sí her

Í tvørvísindaligum verkætlanum kann tað vera neyðugt at kanna leiðreglurnar á fleiri fakøkjum, sí her 

Granskarar eiga at venda sær til leiðsluna fyri stovnin, sum tey søkja saman við, um teimum tørvar ráð í sambandi við meting av ítøkiligum avbjóðingum í verkætlanini.

Meting av etisku lýsingunum

Tað eru uttanhýsis metingarfólk, sum hjálpa Granskingarráðnum at meta um, hvørt umsóknir um stuðul eru stuðulsverdar. Hendan meting fevnir eisini um granskingaretikk. Spurningin um granskingaretikk taka fyrisitingin og granskingarnevndin eisini støðu til í samlaðu viðgerðini.   

Høvuðsábyrgdin fyri góðum granskara- og granskingaretikki og granskingarsiði liggur hjá granskarunum og stovninum ella fyritøkuni, sum hevur ábyrgd av verkætlanini.

Sambært lóggávu skulu allar verkætlanir, sum krevja loyvi frá Vísindasiðseminevndini hava fingið hetta loyvi til vega, áðrenn verkætlanin kann fara í gongd. Verkætlanir skulu eisini lúka ásetingar í Dátuverndarlógini. Dátueftirlitið hevur eina vegleiðing um viðgerð av persónsupplýsingum til granskingarendamál. 

Stuðul frá Granskingarráðnum er treytaður av, at verkætlanin er góðkend út frá galdandi lógum og leiðreglum. Váttan um at hesi viðurskifti eru í lagi skulu fáast frá avvarðandi stovnum. Tað er tó ikki krav, at hesi loyvi fyriliggja, áðrenn umsóknin verður viðgjørd.

Uppfylging og eftirlit

Granskingarráðið krevur, at verkætlanarleiðari skal fylgja galdandi lógum, reglum og góðum granskingarsiði. Um verkætlanin hevur altjóða samstarvspartar og luttakarar, so er tað verkætlanarleiðarin (sum er sáttmálapartur við Granskingarráðið), sum hevur ábyrgd av, at hesi fylgja galdandi lógum, reglum og normum fyri granskingarsiði í samsvari við krøvini hjá Granskingarráðnum.

Tað áliggur verkætlanarleiðara at boða frá øllum frávikum frá tí, sum er avtalað, her í eisini brot á etiskar leiðreglur.

Øll sáttmálabrot, herundir brot á góðan granskingarsið, kunnu hava við sær, at verkætlanin verður steðgað. Granskingarráðið kann tá krevja afturgjald av óbrúktari játtan.