Marie S. Curie Actions - flytføri
Marie Sklodowska-Curie Actions, MSCA, er skipan, ið stuðlar flytføri millum lond.
Meginreglan er, at granskarin flytur til annað land í eitt tíðarskeið og fær nýggjar royndir, sum eru viðkomandi fyri yrkisleiðina sum granskari.
Stórur dentur verður lagdur á tey trý i'ini: International, Intersectoral og Interdisciplinary.
5 økir eru í MSCA:
1. MSCA Doctoral Networks - netverk, sum útbúgva ph.d. kandidatar
2. MSCA Postdoctoral Fellowships - fyri granskarar, sum hava ph.d.
3. MSCA Staff Exchanges - fyri starvsfólk í størvum, sum hava samband við gransking
4. MSCA Cofund - útbúgvingarskráir, sum verða fíggjaðar bæði úr Horizon og úr heimlandinum
5. European Researchers' Night - tiltøk, sum miðla gransking. Vísindavøka.
Les meira um Marie S. Curie Actions her.
Les um NCP netverk fyri Marie S. Curie Actions her.
Arbeiðsskráin (work programme) fyri 2023-2024 sæst her.
Les meira og fá yvirlit yvir umsóknarfreistir fyri 2024 her
Høvuðssíðan hjá Horizon Europe og umsóknarportalurin er her