horizon2020_0.jpg
Skriva út
Lagt út: 10.02.2017

Krav um hugverksrætt

Tá ið Granskingarráðið veitir stuðul til gransking og nýskapan, verður ikki gjørt krav um ognarskap til rættindi ella inntøku frá úrslitum, sum stava frá stuðlaðu verkætlanini.

Hinvegin eiga føroyskir granskarar at hava í huga, at tað eru lond, sum gera krav um rættindi í ávísum førum, tá ið ein verkætlan hevur móttikið almennan stuðul. Eisini eru granskingarstovnar, sum tryggja sær ognarskap til hugverksrættindini, tá ið útgerð og hentleikar hjá stovninum verða nýttir ella tá ið granskarin er løntur av stovninum.

Avtalur um ognarskap til hugverksrættindi hjá føroyskum granskarum eiga at vera í samsvari við galdandi føroysku lóggávuna á økinum.