Stuðul til gransking í uttanríkisviðurskiftum, trygd og verjupolitikki í Norðuratlantsøkinum 2025

Granskingarráðið lýsir eftir umsóknum til granskingarskránna  FASDiNA – stytting fyri Foreign Affairs, Security, and Defence Policy in the North Atlantic.

Granskingarskráin er fíggjað av donsku stjórnini og hevur sum endamál at skapa økta vitan um uttanríkisviðurskifti, trygd og verjupolitikk í Norðuratlantsøkinum og at menna samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark um gransking á hesum øki.

Fólkatingið hevur játtað fígging til skránna Gransking í uttanríkis, trygd og verjupolitikki í Norðuratlantsøkinum fyri tíðarskeiðið 2023-2028. Hetta er aðru ferð, at lýst verður eftir umsóknum til skránna.

Tøka játtanin í hesum stuðulsumfarinum er 7,4 mió. kr. Ætlanin er at stuðla upp til tveimum granskingarverkætlanum og fimm styttri greiningarritum – Policy Papers.

Endamálið við skránni  

Yvirskipaða endamálið er at skapa nýggja vitan um uttanríkisviðurskifti, trygd og verjupolitikk í Norðuratlantsøkinum. Eisini er endamálið at menna samstarv millum Føroyar, Grønland og Danmark á hesum økinum.

Harafturat vil skráin stuðla førleikamenning í uttanríkisviðurskiftum, trygd og verjupolitikki í Føroyum og Grønlandi umvegis ph.d. og  postdoc verkætlanir.

Fyri at økja vísindaliga vitanargrundarlagið í Føroyum, Grønlandi og Danmark er ætlanin at stuðla arbeiðinum við nøkrum greiningarritum. Hesi eru hugsað at skula verða grundarlag undir kjaki og samrøðum og víðari gransking í samlaðu granskingarskránni.

Karmar

Yvirskipaðu broytingarnar í altjóða geopolitisku støðuni ávirka beinleiðis arktiska økið. Hetta hevur skapt ein átrokandi tørv á at fáa dátur til vega og at uppbyggja førleikar í at handfara nýggja trygdarveruleikan í Føroyum, Grønlandi og Danmark. Við ymsu landafrøðiligu støðunum, søguligu royndunum, altjóða samstørvunum, valdsdynamikki og mótstríðandi áhugamálunum á summum økjum er gransking avgerandi fyri avkláring og samanhang.

Økt trýst er á Føroyar og Grønland frá stórveldum, sum royna at ávirka londini umvegis handilsligar og politiskar gerðir. Uttanhýsis trýstið kann ávirka bæði innlendis og útlendis dynamikkin, sum formar sambondini millum Føroyar, Grønland og Danmark.

Vit sóknast eftir umsóknum á økjunum uttanríkisviðurskifti, trygd og verjupolitikkur, fyrst og fremst, tó ikki avmarkað til, evni sum samfelagsligar broytingar, handil, sivil og hernaðarlig trygd, talgildur og fysiskur infrastrukturur, veitingartrygd, náttúrutilfeingi, lágspenningspolitikkur og mótstríðandi áhugamál.

Verkætlanir, ið fáa stuðul, skulu vera við til at økja um vísindaførleikarnar á økjunum uttanríkisviðurskifti, trygd og verjupolitikkur í Føroyum, Grønland og Danmark við førleikamenning, styrktum netverkum, innsavning og handfaring av dátum, deiling av vitan og infrakervi og við vísindaligari góðsku.

Vegleiðing og treytir

Lýsing eftir umsóknum við vegleiðing og neyvari treytum er at finna her. Umsóknir skulu sendast inn umvegis umsóknarportalin.

Umsóknarfreistin fyri greiningarrit er 26. mars 2025 kl. 12.00 føroyska tíð.

Umsóknarfreistin fyri granskingarverkætlanir er 1. september 2025 kl. 12.00 føroyska tíð.

 

Fígging til granskingarverkætlanir er treytað av, at fíggjarlógin fyri og 2026 verður samtykt av Fólkatinginum.