COVID 19 Tíðindi
Skriva út
Lagt út: 31.08.2020

Finnast variantar av koronavirus í Føroyum, sum kunnu nýtast í greining av, hvar koronavirus kemur frá og hvussu koronavirus spjaðist millum fólk ?

Verkætlanarleiðari Debes H. Christiansen

Stutt lýsing Ein týðandi partur at steðga spjaðing av koronavirus, er so skjótt sum gjørligt at kenna smittukelduna tvs. hvar smittan kemur frá og hvussu hon verður spjadd millum fólk. Fyrsta liðið í hesari greining er við samrøðum at vita, hvønn tey smittaðu hava haft samband við. Tað er ikki altíð møguligt at finna smittukelduna við samrøðum. Endamálið við hesari verkætlan er at lesa arvastreingin á koronavirus hjá øllum teimum smittaðu, har smáar variatiónir í arvastreinginum kunnu lýsa, hvønn hevur smittað hvønn.

Tíðarskeið 01.06.2020-31.12.2020 (Project delayed)

Toymi Heilsufrøðilga starvstovan, Landssjúkrahúsið, Fróðskaparsetrið, Landslæknan, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, iNOVA

Stuðlar COVID-19 átakið hjá Granskingarráðnum, Heilsufrøðilga Starvstovan, Landssjúkrahúsið, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.

Samband debesc@hfs.fo

Útgávur Ongar útgávur enn

Í KVF 
31.08.2020 Kanna allar koronutilburðir í Føroyum