IMG_8851.JPG
Skriva út
Lagt út: 13.02.2017

Vísindavøkan 2010

Vísindavøkan 2010 varð hildin 23. og 24. september í hølunum hjá Granskingarráðnum í Vágsbotni, á Fiskatorginum og í Perluni. Hetta var triðju ferð, at Vísindavøkan varð hildin. Á skránni vóru framsýningar, royndir og framløgur. Søvnini høvdu eisini opið, og fleiri nýttu høvið at vitja har eisini.

Í Perluni vóru styttri framløgur um alt millum himmal og jørð, m.a.: Stjørnuhimmalin, eldgos, heilsu, E-tilfeingi, ull, vekingarrørslur, laksaaling og ruskskiljing.

Í Vágsbotni vóru m.a. First Lego League royndir, OilSim skeið, kemishow, teknikrókur og ymsar framsýningar. Tilfar frá tiltakinum “Vitan á Skák” í SMS fyrr í ár var at síggja aftur, umframt annað kunningartilfar um føroyska gransking.

Skipað varð fyri gongutúri út at síggja Spor í Tinganesi.

Fiskasuppa frá Birgiri Enni fekst til keyps og møguleiki var at keypa sær okkurt leskandi á kafe’unum í grannalagnum, sum allar høvdu opið hesar dagarnar.

Vísindavøkan er partur av tiltakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað 4. fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Evropa. Endamálið við European Reserachers’ Night er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.  
Les meira um tiltakið á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum www.gransking.fo