NCP Wide.net
Skriva út
Lagt út: 22.09.2017

Widening útboð

Spreading Excellence and Widening Participation er serlig skrá undir Horizon 2020, sum er ætlað londum, sum ikki avrika eins nógv og miðalstøðið í ES londunum. Londini verða í hesum sambandi nevnd 'Widening lond'. Føroyar er eitt Widening land og skráin hevur fleiri útboð, sum kunnu hugsast áhugaverd hjá føroyskum umsøkjarum.

ES hevur við Horizon 2020 sett sær sum mál at menna gransking og nýskapan í øllum londunum, sum luttaka í Horzon 2020. Samstundis verður ásannað, at stórur munur er á, hvussu londini avrika og tí eru londini bólkaði í mun til avrik. Ivaleyst eru góðir menningarmøguleikar í Widening londunum og tí er ætlanin við hesi skrá at knýta sambond millum 'sterkaru' londini og Widening londini.

Luttakari í Horizon 2020 verkætlan hevur góð netverk og starvssambond í fleiri evropeiskum londum. Framúrskarðandi granskarar í Widening londum fáa við hesum stuðul til netverkan, at seta upp 'Center of Excellence' ella at fáa avbera góðan granskara at virka á sínum granskingarstovni.

Niðanfyri eru Widening útboðini lýst í stuttum.

Twinning

Avbjóðingin er at styrkja netverkini millum granskingarstovnar í Widening londum og leiðandi altjóða granskingarstovnar í Evropa. Ynski er at styrkja vísindi og tøkni innan ávíst granskingarøki á universiteti ella granskingarstovni við at knýta tættari sambond millum stovnarnar. Í umsóknini eigur styrkta netverkið at síggjast við lýsing av ætlan um framtíðar samstarv og verkætlan. Stuðul verður latin til netverkan, umsiting, ferðing og venjing. Stuðul verður ikki latin til infrakervi, útgerð og gransking.

Góð ráð um Twinning eru í greining av umsóknunum í 2017. Frágreiðingin 'What to be Aware of' í Twinning liggur her.

Teaming

Íløga verður gjørd í ta orku, sum er í gransking og menning við at stuðla undir stovnsetan av nýggjum Centres of Excellence í londum, sum avrika í minna lagi. Talan skal vera um samstarv tvørtur um lond og við leiðandi stovnar í Evropa.

ERA-Chair

ERA-Chair snýr seg um at fáa framúrskarandi granskara til universitet ella sektorgranskingarstovn í Widening landi. Málið er at hjálpa við at menna og økja menniskjaliga tilfeingið og seta í verk neyðugar skipanarligar broytingar fyri at skarða framúr á burðardyggan hátt.

Widening Fellowships

Widening Fellowships er nýtt útboð í hesi skrá. Umsóknin verður send í Marie Sklodowska-Curie Actions, Individual Fellowship, sum metir um umsóknina og gevur skoru. Er umsóknin stuðulsverd, men má lúta fyri avmarkaðu fíggjarorkuni, so verður hon send í bólkin fyri Widening Fellowships. Tær bestu umsóknirnar kunnu vænta at fáa stuðul Widening Fellowship. Av tí at nógv færri umsóknir verða í hesum bólkinum, verða sannlíkindini fyri at fáa stuðul til umsóknina størri.

Faldari við frágreiðing um Widening Fellowship fæst her.

Kunning um Widening lond frá desember 2018 sæst her.

NCP tænastan veitir ráðgeving og leiðbeinir umsøkjarar. Føroyska NCP tænastan er partur av NCP Wide.Net.

Les meira um NCP Wide.Net her.

Leita eftir útboði á Funding & Tenders Portal.