The Greenland Iceland Faroe Scotland Ridge
Skriva út
Lagt út: 25.10.2023

Samstarvsavtalur

Granskingarráðið hevur samstarvsavtalur um gransking og nýskapan - Memorandums of Understanding - við íslendska granskingarráðið, Rannis, and grønlendska granskingarráðið, Nunatsinni Ilisimatusarnermik Siunnersuisoqatigiit.

Endamálið við samstarvsavtalunum er at seta út í kortið, hvussu partarnir saman kunnu røkka felags málum.

Samstarvsavtalurnar skulu eyðmerkja samstarvsmøguleikar innan gransking og nýskapan og lata upp møguleikar fyri felags fígging av tiltøkum og verkætlanum, sum fremja vísindaligt samstarv millum londini, til dømis verkstovur og skeið.

Samstarvsavtalan millum Granskingarráðið og Rannis sæst her.

Samstarvsavtalan millum Granskingarráðið og Nunatsinni Ilisimatusarnermik Siunnersuisoqatigiit sæst her.