Stuðulsyvirlitið
Stuðulsyvirlitið er dátugrunnur við yvirliti yvir allar verkætlanir, sum eru stuðlaðar av Granskingargrunninum síðani 2001. Eisini eru verkætlanir, sum eru stuðlaðar av Høvuðsøki 2 hjá Sjúkrakassagrunninum í yvirlitinum.
Til ber at leita við leititeiginum ella at sálda eftir ári, raðfestum øki, navni, slagi og støðu við at trýsta á yvirskriftina. Meira fæst at vita um einstøku verkætlanina við at trýsta á navnið, sum er undirstrikað. Síðani ber til at síggja meira um verkætlanarleiðaran við at trýsta á navnið aftur, hagani tað verður slóðað til Heilagrunnin.
Tá ein verkætlan er endað, verður ein endalig frágreiðing løgd út undir verkætlanarlýsingini. Um nærri upplýsingar ynskjast, ber til at venda sær til Granskingarráðið ella til verkætlanarleiðaran.