Framløgur 2016

Á Vísindavøkuni 30. september vóru ein røð av framløgum í Reinsarínum.

08.00
How scientists use colors and lasers to study infection.
Amanda G. Vang, Landssjúkrahúsið PDF

08.30
Fjarðarrák – kanningararbeiði í Sundalagnum.
Erna Joensen, Fiskaaling PDF

09.00
Tá eg verði stór, tá verður tað gott? Framtíðartankar hjá føroyskum ungdómi.
Firouz Gaini, Søgu- og Samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið PDF

09.30
Ættarbandsskráin hjá Ílegusavninum - hagtøl og tættir.
Guðrið Andorsdóttir, Ílegusavnið PDF

10.00
Royndir og skrásetingar á Búnaðarstovuni at menna burðardygt seyðahald í Føroyum.
Jens Ivan í Gerðinum, Búnaðarstovan PDF

10.30
Um FarGen
Noomi Gregersen & Katrin Apol, FarGen PDF

11.00
Færøernes 2030 vision (vedvarende energi) fra et politisk, økonomisk og samfundsperspektiv.

Lau Blaxekjær Øfjord, Søgu- og Samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið

11.30
Grøn elframleiðsla og orkugoymslur.
Bjarti Thomsen, Umhvørvisstovan PDF

12.00
Náttúran hevnir seg. Økokritikkur í bókmentum.
Bergur D. Hansen, Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetrið PDF


Pokémon GO tiltak
Framløgur í Pecha Kucha sniðið (20 myndir í 20 sekund hvør) um evni við íblástri frá Pokémon GO

18.00
Hugtakandi læring í øktum veruleika
Ólavur Ellefsen
Um hvussu Pokémon Go og aðrar líknandi appir við øktum veruleika (augmented reality) og staðsetingartøkni kunnu hugfanga næmingar, og hvussu tað verður og møguliga kann brúkast í útbúgvingarhøpi í komandi tíðum. PDF

18.10
Krógva og blunda - Pokémonar og fólk
Ása Johannesen
Um atburði hjá Pokémonum og fólk og kanska hjá fólki, sum spæla Pokémon GO PDF

18.20
Metamorfosu hugtakið í náttúruni
Magnus Gaard
Fullkomin umskapan ella stigvísar smærri broytingar - Lýst við dømum úr Pokémon og náttúruni. PDF

18.30
"Zappa" teg í betri kropsligan form
Magni Mohr
Um ágóðan av intensari intervalvenjing á ymiskar kropsskipanir og um hvussu hesar grundreglur kunnu samantvinnast við spølum sum Pokémon GO.  PDF

18.40
Á ferð inn í eina óendaliga verð
Annika Sølvará
Um hjáveiðu av Pokémon GO í mentanar- og ferðavinnuhøpi og hugleiðingar um møguleikar at nýta tøkni í ferðavinnuhøpi í Føroyum. PDF

18.50
Møguleiki fyri jaligari menning av tøkni
Gunnar S. Knudsen
Um hvussu tøknin handan Pokémon Go verður nýtt. Dentur verður lagdur á hvussu øktur veruleika (Augmented Reality) brúkar staðsetingartøkni (Geo-Location), accelerometer og data-innsavning. PDF

19.00
Í hvønn mun er økta talgildanin av gerandisdegnum skaðandi og í hvønn mun ein gáva?
Suni Poulsen
Hugleiðingar um granskingina í, hvussu nýggj tøkni ávirkar likamliga og sálarliga heilsuna, serliga hjá børnum og ungum. PDF


Kjakfundur
Kvøldseta frá kl. 20 við framløgum, tónleiki og kjaki.

Hans Pauli Strøm: Føroya demografi frá miðøld og nútíð

Tankar um Føroyar úr fleiri ymsum vísindaligum sjónarhornum:
Guðrið Andorsdóttir úr ein genetiskum sjónarhorni.
Erling Isholm úr einum søguligum sjónarhorni.
Solveig H. Olsen úr einum mentanarligum sjónarhorni.
Bjarni á Steig úr einum heilsuligum sjónarhorni.
Helena Dam á Neystabø úr einum politiskum sjónarhorni.