She Figures
Skriva út
Lagt út: 10.01.2022

Javnstøðufrágreiðingin "She Figures 2021"

Talið av kvinnum, ið taka bachelor-, master- og doktaraprógv, er vaksið støðugt seinastu árini. Tó eru kvinnur framvegis í minniluta innan granskingar- og nýskapanaryrki. Tað er ein av høvuðsniðurstøðunum í “She Figures 2021” frágreiðingini hjá Evropanevndini.

“She Figures”-frágreiðingin er høvuðskeldan til sambærilig hagtøl viðvíkjandi javnstøðu innan gransking og nýskapan í Evropa. Evropanevndin útgav frágreiðingina á fyrsta sinni í 2003, og síðan er ein nýggj útgáva komin út triðja hvørt ár. Talan er um eina kanning, sum fylgir kvinnuligum og mannligum granskarum frá lestrarbyrjan til próvtøku og víðari gjøgnum luttøku á arbeiðsmarknaðinum sum granskarar, teirra arbeiðsumstøðum og framgongd á yrkisleið, í sessum har avgerðir skulu takast, eins og í teirra avrikum innan gransking og nýskapan.

Hagstovur í øllum ES limalondum og atlimalondum útvega hagtøl til dátuinnsavningina. Í nýggjastu frágreiðingini er innsavningin víðkað til at fevna um G20 londini, og kanningin fer sostatt út um limalondini og atlimalondini og letur upp fyri samanberingum við triðjalond.

Hagtøl úr Føroyum eru ikki tøk enn, og tískil eru Føroyar ikki við í frágreiðingini. Granskingarráðið er farið undir at savna nýggj hagtøl um gransking, menning og nýskapan í Føroyum, og tølini, ið Evropanevndin nýtir til sína javnstøðufrágreiðing, eru uppløgd at taka við í innsavningina.

Mariya Gabriel, evropanevndarlimur fyri nýskapan, gransking, mentan, útbúgving og ung, fegnast um ársins frágreiðing:

Nýggjasta She Figures-frágreiðingin undirstrikar avgerandi týdningin, sum kvinnur longu hava fyri evropeiska búskapin, royndarstovur og akademiska umhvørvið. Men hon vísir eisini, at nakað framvegis er eftir á mál til fullkomna javnstøðu. Vit mugu eggja gentum til at fáa sær yrki innan vísindi, tøkni, verkfrøði og støddfrøði, tí eingin ivi er um, at Evropa tørvar skapandi evnini hjá kvinnuligum íverksetarum fyri at røkka eini burðardyggari, grønari og talgildari framtíð.”

Í “She Figures” frágreiðingini fyri 2021 stendur, at í miðal eru fleiri kvinnur enn menn, ið taka bachelor- og masterprógv (59%), og at tað stendur áleið á jøvnum millum kynini viðvíkjandi doktaraútbúgvingum (48% kvinnur). Ójavnvág er tó framvegis innan fakøkini. Minni enn ein fjórðingur (22%) av teimum, ið taka prógv innan kunningar og samskiftistøkni, eru framvegis kvinnur. Yvir 60% av teimum, ið taka prógv á heilsu-, umsorganar- og námsøkinum, eru kvinnur.

Harumframt er bert ein triðingur (33%) av øllum granskarum kvinnur. Á hægstu akademisku tindunum eru kvinnur framvegis í minniluta, bert umleið ein fjórðingur av professarunum (26%) eru kvinnur. Kvinnur hava eisini verri útlit fyri at verða settar í starv sum vísindafólk og verkfrøðingar (41%), og tær eru í minniluta millum vísindafólk, verkfrøðingar og KST-yrkisfólk í fríari vinnu (25%).

“She Figures 2021”-frágreiðingin kann lesast her.