Hagtøl um gransking, menning og nýskapan
Lógin, sum skipar Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan, leggur upp til, at hagtøl skulu fáast til vegar, og Granskingarráðið hevur fingið økta arbeiðsmegi til endamálið. Innsavningin av hagtølum fer fram í samstarvi við Hagstovu Føroya.
Tað er eitt krav fyri lond, ið vilja luttaka í altjóða granskingar-, menningar- og nýskapanarverkætlanum, at tey hava álítandi hagtøl á økinum. Hagtøl eru eisini neyðug fyri at kunna samanbera, hvussu vit klára okkum í kappingini við onnur lond og soleiðis staðfesta lutfalsliga støðið í Føroyum, umframt at hagtøl eru neyðug sum avgerðargrundarlag fyri at kunna stýra okkara GMN-virksemi miðvíst ímóti ynskiligum úrslitum.
Forkanning
Granskingarráðið hevur í tøttum samstarvi við Hagstovu Føroya gjørt forkanningar av, hvat krevst fyri at menna hagtøl um gransking, menning og nýskapan í Føroyum.
Forkanningarnar vórðu lagdar fram fyri Mentamálaráðið 22. september 2022.
Forkanningin um G&M-hagtøl kann lesast her.
Forkanningin um nýskapanarhagtøl kann lesast her.
Innsavnan av hagtølum um nýskapan
Hagstova Føroya er nú farin undir at kanna nýskapanina í føroyskum fyritøkum og stovnum. Tvey ymisk spurnabløð eru send fyritøkum og stovnum.
Spurnakanningarnar verða gjørdar árliga.
Nýskapanin í tí privata
Spurnakanningin til føroyskar fyritøkur skal kanna, í hvønn mun tær menna nýggjar vørur og tænastur til marknaðin. Hugt verður harumframt at nýskapanartilgongdum, útreiðslum til nýskapan, fígging av nýskapan, samstarvi um nýskapan og arbeiðsgongdum til at fremja nýskapan.
Spurnakanningin er skipað eftir altjóða leisti, so tølini eru sambærlig við onnur lond. Spurnakanningin eitur á enskum Community Innovation Survey og er skipað av hagtalsmyndugleikanum í ES, Eurostat. Kanningin hevur verið gjørd í øllum londum í ES í tretivu ár.
Allar størru fyritøkurnar í Føroyum eru spurdar, umframt eitt úrval av smærri fyritøkum. Allar vinnugreinar eru umboðaðar, so til ber at samanbera nýskapanina tvørtur um vinnugreinar.Nýskapanin í tí almenna
Nýskapan innan tað almenna kann vera ein nýggj ella munandi broytt tilgongd ella háttur at skipa arbeiðið, vøru, tænastuveiting ella háttur at samskifta við onnur.
Nýskapan í tí almenna hevur ikki verið máld í Evropa eins leingi sum í tí privata. Í 2015 tók danski depilin fyri nýskapan Center for Offentlig-Privat Innovation saman við Danmarks Statistik stig til spurnakanningina Innovation Barometer til at máta nýskapanina í tí almenna. Spurnakanningin verður nú gjørd í øllum Norðurlondum.
Til tess at tryggja sambærlig hagtøl brúkar føroyska spurnakanningin neyvt sama leist, sum verður nýttur í hinum Norðurlondum. Allir stovnar í Føroyum verða bidnir um at svara spurnablaðnum.
Les meira um innsavnan av hagtølum fyri nýskapan her.
Hagtalskanning 2003
Granskingarráðið tók á heysti 2003 stig til at kanna, hvat tað almenna og vinnulívið gera fyri at granska, menna vørur og tænastur og fyri at fremja nýskapan.
Úrslitið av hesi kanningini var ein frágreiðing, sum varð løgd fram á sumri 2007. Frágreiðingin fevnir um 5 bóklingar:
Gransking, menning og nýskapan í Føroyum 2007
Gransking & Menning í Føroyum 2007
Nýskapan í Føroyum 2007
Politikkskipanin í Føroyum 2007
Metodulýsing 2007
Samandráttur - G & M og nýskapan í Føroyum 2007