Sjúkrakassagrunnurin logo.PNG
Skriva út

Sjúkrakassagrunnurin - høvuðsøki 2

Stuðul til gransking og menning innan raðfest økir, sum kann menna heilsuøkið í Føroyum

Granskarar kunnu saman við stovni í Føroyum søkja um stuðul til gransking og menning innan fimm raðfest heilsuøkir, har t.d. epidemiologi og ílegugransking kunnu innganga í hvørt einstakt øki, eins og t.d. menning av nýggjum tilgongdum, skipanum ella tænastum.

Stuðul kann veitast til smærri verkætlanir, samstarvsverkætlanir, ph.d.verkætlanir og post.doc. verkætlanir innan raðfestu økini.

Raðfestu økini eru (nevnd í bókstavarað):
Heilsa sum sosialt fyribrigdi - kanning av sosialum viðurskiftum, sum ávirka heilsu og sjúku, og hvussu sosialir trupulleikar, sum fylgja av sjúku, kunnu bøtast. Her kunnu samfelagsviðurskifti og ávirkan á heilsustøðu verða greinað
Heilsa sum medisinskt fyribrigdi - kanning av medisinskum viðurskiftum, sum ávirka heilsu og sjúku, td. autoimmunar sjúkur, neurodegenerativar sjúkur og giktasjúkur
Hjartasjúkur - gransking/ kanning av sjúkum í hjarta og blóðrensli, orsakum til hjartasjúkur, fyribyrging og viðgerð
Krabbamein - epidemiologiskar kanningar og onnur gransking innan krabbameinsøkið
Sálarfrøðilig heilsa - gransking og kanningar innan sálarsjúku og fyribyrgjandi tiltøk

Miðast skal eftir at býta avsetta stuðulin nøkulunda javnt millum raðfestu økini.

Atlit skal takast til, at stuðulin skal gagna øllum økjum í landinum.

Fyrsta umsóknarfreistin fyri høvuðsøki 2 var 1. september 2014.
Onnur umsóknarfreistin fyri høvuðsøki 2 var 1. september 2015.
Triðja umsóknarfreistin fyri høvuðsøki 2 var 1. september 2016, tá bar til at søkja til økini Hjartasjúkur og Krabbamein.
Fjórða umsóknarfreistin fyri høvuðsøki 2 var 1. september 2017, tá bar til at søkja til økini Hjartasjúkur og Krabbamein.
Til høvuðsøki 2 vóru 11,8 milliónir kr. tøkar í tíðarskeiðnum 2014-2017. Knappar 6 mill kr. av hesum vóru játtaðar til verkætlanir í 2014, 3,2 mill. kr í 2015, 0,6 mill. kr í 2016 og 2 mill. kr í 2017.

Tann 1. apríl 2019 varð restfæið úr Sjúkrakassagrunninum leysgivið. Hetta saman við avlopi frá tveimum steðgaðum verkætlanum varð boðið út í fimta og seinasta umsóknarumfarinum við freist 1. september 2019. Slakar 4 mió. kr. vóru játtaðar til verkætlanir í 2019.

Tað verða ikki fleiri umfør á hesum økinum.

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum