Arktis
Føroyar luttaka í arktiskum samstarvi.
Føroyskir serfrøðingar og granskarar hava luttikið í arbeiðsbólkum í Arktiska Ráðnum síðani fyrst í 90-árunum. Millum annað luttaka umboð fyri føroyska heilsuverkið og Umhvørvisstovuna í arbeiðsbólkinum AMAP, ið ger lýsingar av útbreiðsluni av umhvørviseitrandi evnum í arktisku náttúruni og kannar, hvørji árin umhvørvisdálkingin hevur á fólkaheilsuna hjá íbúgvunum í arktiska økinum. Umboð fyri Náttúrugripasavnið og Havstovuna luttaka í arbeiðsbólkinum CAFF, ið serliga arbeiðir við at kortleggja og varðveita lívfrøðiligt fjølbroytni í Arktis.
Les meira um Arktis her.
Føroyar luttóku á ARCTIC FUTURES SYMPOSIUM 2021 í Brússel. Upptøkur frá tiltakinum eru her.