Altjóða samstarv
Granskingarráðið luttekur í ymsum altjóða samstarvi.
Horizon Europe
Samstarvið millum Føroyar og ES nevndina um luttøku í evropeiskum rammuskráum byrjaði í 2010, tá samstarvsavtalan um luttøku í sjeyndu rammuskránni kom í gildi. Frá 1. januar 2014 fevndi samstarvið um luttøku í Horizon 2020.
Føroyar hava nú atlimaskap í Horizon Europe (2021-2027). Tann 18. mars 2022 samtykti Løgtingið sáttmála millum Føroyar og Evropasamveldið um luttøku Føroya í samstarvsætlanum samveldisins, og tann 24. mai varð sáttmálin undirskrivaður í Brússel.
Sáttmáli millum Føroyar og Evropasamveldið um luttøku Føroya í samstarvsætlanum Samveldisins og tilhoyrandi frumskjal viðvíkjandi tilknýti Føroya til Horizon síggjast her.
Les meira um Horizon Europe her.
Granskingarráðið hýsir National Contact Point-skipanini (NCP), sum er kunningartænasta og bindilið millum Føroyar og ES-nevndina. Eisini samskipar Granskingarráðið uppgávuna í Programme Committees, sum eru nevndir, sum ES-nevndin skipar til m.a. at geva íkast, tá ið arbeiðsskráirnar í Horizon verða fyrireikaðar.
Neyvari kunning um NCP-tænastuna sæst her.
ERAC
er stytting fyri European Research Area and Innovation Committee. ERAC er nevnd við umboðum úr øllum ES-limalondum og úr øðrum londum, sum eru partur av ES-granskingarsamstarvinum.
Endamálið hjá ERAC er at veita strategiska ráðgeving um granskingarpolitisk evni til ES-nevndina og limalondini um granskingar og nýskapanarspurningar, sum hava týdning fyri menningina av evropiska granskingarøkinum (ERA).
Føroyar hava eygleiðarastøðu í ERAC. Annika Sølvará, stjóri fyri Granskingarráðið, umboðar Føroyar.
Les meira um ERAC her
ESFRI
er stytting fyri European Strategy Forum on Research Infrastructures. ESFRI er forum við umboðum fyri granskingarráðini í øllum ES-limalondum og úr øðrum londum, sum eru partur av ES-granskingarsamstarvinum.
Endamálið við ESFRI er at stuðla eini samanhangandi og strategiskari tilgongd til ráðlegging um granskingarinfrakervi í Europa og at samstarva um fjøltáttað átøk til betri gagnnýtslu og menning av granskingarinfrakervi í Evropa og á altjóða stigi.
Føroyar hava eygleiðarastøðu í ESFRI. Annika Sølvará, stjóri fyri Granskingarráðið, umboðar Føroyar.
Les meira um ESFRI her
EURAXESS
er kunningartænasta, sum skal gera tað lættari fyri granskarar at flyta millum lond at arbeiða. EURAXESS hevur meira enn 600 tænastudeplar í 42 londum. Granskingarráðið umsitur føroysku EURAXESS tænastuna.
Annika Sølvará er EURAXESS samskipari.
Les meira um EURAXESS her
NordForsk
er stovnur undir norðurlendska ráðharraráðnum, sum fíggjar norðurlendskt granskingarsamstarv og ráðgevur um og kemur við innspølum til norðurlendskan granskingarpolitikk.
Í stýrinum fyri NordForsk eru umboð fyri granskingarráðini í Danmark, Finnlandi, Føroyum, Íslandi, Noregi og Svøríki, umframt fyri NUS, norðurlendska universitetssamstarvið. Áland og Grønland hava eygleiðarastøðu í stýrinum.
Annika Sølvará, stjóri fyri Granskingarráðið, er umboð í NordForsk fyri Føroyar.
Les meira um NordForsk her
Arktis
Granskingarráðið samstarvar við føroyskar myndugleikar, sum arbeiða við Arktis. Granskingarráðið leggur serligan dent á gransking í evnum, sum eru viðkomandi fyri Arktis og í samsvari við Agreement on Enhancing International Arctic Scientific Cooperation.
Les meira um Arktis her