SME Instrument fasa 1
Gyrsta fasan í SME Instrument verður steðgað mitt í 2019.
Ein orsøk er, at SME Instrument 1 kemur áðrenn SME Instrument 2, tvs. at hesar verkætlanirnar verða mettar sum forkanningar til SME Instrument 2, og tí er rættast at steðga hesum fyrr enn SME Instrument 2.
Karmurin fyri skipanini við SME Instruments er Horizon2020, sum gongur til endan á 2020. Avleiðingin av at SME Instrument fasa 1 steðgar í 2019 er, at tað einans fer at bera til at søkja SME Instrument fasu 2 í 2020.
Tó at SME Instrument fasa 1 er forkanning til fasu 2, so ber til at søkja beinleiðis í fasu 2. Talan er tá um størri verkætlan, sum komið er longri við, so at forkanning ikki er neyðug.