COVID 19 Tíðindi
Skriva út
Lagt út: 31.08.2020

Pedagogisk atlit og avbjóðingar, tá skift verður frá staðbundnari til netbundna undirvísing eftir fáum døgum

Verkætlanarleiðari Erla Olsen

Stutt lýsing Verkætlanin fylgir við gongdini frá undirvísingarstovnar stongdu og noyddust í holt við undirvísing á netinum. Hugburður, undirvísingarhættir og avbjóðingar hjá bæði næmingum/lesandi og undirvísarum verða kannað. Hetta tí roknast kann við, at Korona-stongsulin hevur skundað undir tilgongdina at undirvísing framyvir fer at vera meira á netinum enn hon hevur verið fyrr. Serliga tí er neyðugt at kanna, hvørja ávirkan skiftið til netundirvísing hevur havt á námsfrøðina og læringarfrøðina, og harvið á góðskuna á undirvísing og læring, soleiðis at møguligar tillagingar kunnu gerast, sum eisini kunnu gagnnýtast, tá undirvísingin ikki longur skal fyrihalda seg til Koronaavmarkingar.

Tíðarskeið 15.04.2020-31.12.2020 (Verkætlan seinkað)

Toymi Námsvísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya, og Háskóli Íslands.

Stuðlar COVID-19 átakið hjá Granskingarráðnum og Fróðskaparsetrið.

Samband erlao@setur.fo

Útgávur Ongar útgávur enn