Valkviss (1)
Skriva út
Lagt út: 23.12.2022

Ása rakti rættast í valkvissini

Á Vísindavøkuni í Løkshøll skipaðu vit fyri eini valkviss. Hetta var í sambandi við evnið Tíðarrák, har ljós varð varpað á samansetingina av løgtingsumboðum frá 1945 til og við valið 2019.

Vit spurdu um væntaða býtið av tinglimum uppá flokk og talið av valdum kvinnum og monnum eftir komandi løgtingsval.

Endaliga úrslitið á valinum 8. desember bleiv sum kunnugt, at tingbýtið uppá flokk gjørdist: A 6, B 7, C 9, D 0, E 6, F 3 og H 2. Kynsbýtið varð 23 menn og  10 kvinnur.

Tá svarini í kvissini vórðu kannað sást, at eingin hevði rakt alt rætt, men onkur var heilt nær við. Fleiri høvdu kynsbýtið rætt, og onnur vóru sera nær í floksbýtinum.

Samanumtikið var tað Ása Reinert Johannesen, granskari á Fiskaaling, sum rakti rættast. Hon vann tí gávukortið á 500 kr. sum var vinningurin í kappingini.

Sí talvuna við tingfólkabýtinum á flokk og kyn her og valkvissina her.