Vísindavøka logo.jpg
Skriva út

Vísindavøka í Føroyum á fyrsta sinni

Fyrsta Vísindavøkan varð hildin fríggjakvøldið 26. september 2008 á Náttúrugripasavninum á Debesartrøð í Havn. Tiltakið var fyri alla familjuna. Tey størru høvdu høvi at lurta eftir áhugaverdum og fjølbroyttum framløgum um gransking, meðan tey smærru kundu síggja og royna frálíku framsýningarnar um fuglar, fiskar, blómur og annað, sum vóru gjørdar klárar til árliga Heystfagnaðin í oktober.

Eisini var tilfar at fáa um ES-gransking.