Runa Brimnes Hoydal
Skriva út
Lagt út: 28.08.2023

Rúna Brimnes Hoydal vann snarrøðukappingina

Vinnarin av snarrøðukappingini 2023 varð Rúna Brimnes Hoydal. Røðan hjá henni snúði seg um nýggjar møguleikar fyri vindorku. Hon var ein lýsing av gransking, ið hon hevði gjørt í samstarvi við deildini Orka á Umhvørvisstovuni.

Hesaferð kappaðust fýra granskarar um at vinna ársins snarrøðukapping.

Í dómsnevndini vóru Katrin Apol, Hans Andrias Sølvará og Dagmar Joensen-Næs.

----------------------------

Lýsing undan snarrøðukappingini:

Á Vísindavøkuni tann 22. september kanst tú sum granskari dystast í sonevndari postara-snarrøðukapping. Kappingin snýr seg um heilt stutt at leggja fram innihaldið á einum granskingar-postara. Tiltakið verður skipað soleiðis, at 4-6 granskarar eftir tørni hava hvør sína stutta framløgu, sum skal vera:

  • 150 sekund munnlig framseting

  • við eini mynd á vegginum, sum er avrit av sjálvum postaranum og

  • uttan kjak og spurningar úr salinum

Tú hevur sostatt 2 1/2 minutt at leggja fram tíni úrslit og grundgeva fyri, hví tín gransking er umráðandi, og hví fólk skulu venda sær til tín fyri at fáa meira at vita. Loyvt er ikki at fara út um tíðaravmarkingina.

Vegleiðing

Skotið verður upp, at tú í tíni framløgu leggur út við eini greiðari staðfesting ella niðurstøðu, sum tú síðani undirbyggir. Tað ger einki, um henda útsøgnin er heldur stórorðað, tí hetta er ”húkurin”, sum skal fanga áhoyraran beinanvegin. T.d. ”Heimsins besti XX er at finna í Føroyum” ella ”Føroyingasøga má umskrivast”. Hesin bygnaður er møguliga øðrvísi, enn tú ert von/vanur við í longri framløgum, tá tú byggir upp til eina endaliga niðurstøðu.

Orsakað av tíðaravmarkingini verður mælt til, at tú leggur dent á eina høvuðsniðurstøðu úr tíni gransking. Eisini verður mælt til, at tú fyrireikar tína framløgu væl, so hon hóskar til avmarkaða tíðarbilið. Ven framløguna saman við øðrum, eitt nú starvsfeløgum.

Strangt eftirlit er við tíðini, og tú verður steðgað/ur, tá 2 1/2 minuttir eru farnir. Einki minstamark er fyri, hvussu stutt framløgan skal vera, so ert tú liðug/ur áðrenn tíðina, er tað í lagi.

Eingin tíð er sett av til spurningar ella kjak.

Innihald í framløguni

Ger tað einfalt.

  • Greið frá, hvat tín gransking snýr seg um

  • Greið frá, hvat tú hevur gjørt/gert

  • Greið frá tínum úrslitum, og hví tey eru áhugaverd

Døming

Ein dómsnevnd við trimum umboðum ger av, hvør vinnarin av postara-snarrøðukappingini er. Av tí at henda kappingin leggur dent á at miðla gransking, so vigar sjálv framløgan mest í dømingini, postarin vigar ikki í hesum sambandi.

Vinningur verður latin fyri bestu postara-snarrøðuna.

Í dómsnevndini eru granskarar og miðlafólk.

Tilmelding

30 minuttir eru settir av til postara-snarrøðukappingina, so pláss er fyri í mesta lagi 6 framløgum. Verða tilmeldingarnar til kappingina fleiri, loyvir fyrireikingarbólkurin til Vísindavøkuna sær at velja millum innkomnu tilmeldingarnar.

-----------------------------