Hvussu ber til at orða ein góðan spurdóm
Skrivið niður. Góðir spurdómar kunnu brádliga koma undan kavi: Tá ið tit súkkla, spæla fótbólt ella sita við telduna, tá ið tit eta – ella sova. Havið ein lítlan blokk hjá tykkum – ella telefonina – soleiðis at næstu ferð tit undrast á okkurt, so kunnu tit skriva tað niður.
Savnið spurdómar. Havið eitt stað í skúlastovuni, har tit kunnu savna fleiri spurdómar saman. Tit kunnu eisini skriva teir talgilt onkustaðni, á atkomiligum og sjónligum staði. Síðan kunnu tit saman velja besta spurdómin úr rúgvuni.
Veljið eitt evni fyrst. Í Ársins Vitanarfróðu kappingini ber til at velja, um tit vilja arbeiða við einum evni, sum tit velja sjálvi. Veljið eitt evni, sum tit halda er serliga spennandi.
Sleppið tykkum undan spurningum, sum eru torførir at gera egnar kanningar av (t.d. er lív á Mars ella hvussu nógv fiskasløg eru til), og spurningum, sum lætt kunnu verða svaraðir við at leita á internetinum ella við at sláa upp í einari bók.
Finnið íblástur frá øðrum. Leitið eftir frágreiðingum frá Vinatanfróðu og Nysgjerrigper kappingunum ella øðrum á internetinum.
Farið á undranarveiðu. Farið á undranarveiðu eftir tingum, sum eru løgin, eftir onkrum, sum tit ikki skilja - sum tit undrast á.